Frásøgn frá Øbro 85 års Jubilæumsturnering (Luitjen A. Apol)

Í tíðarskeiðnum 18.-24. Okt. luttók eg í kappingini Øbro 85 års jubilæumsturnering í Keypmannahavn. Telvað varð í hølunum hjá Skakforeningen-Øbro. Tað var ein sterk kapping við 26 luttakaranum, harav fimm stórmeistarar og tríggir altjóða meistarar. Vladimir Hamitevici, sum býr og telvar í Klaksvík, vann kappingina við 7,5/9 stigum. Eg endaði á einum deildum 22. plássi við 3/9 stigum. Tað er ein hampilig ratingframgongd og eitt rímiligt úrslit av tí at allir mótstøðumenninir, eg telvaði ímóti, vóru væl hægri styrkismettir enn eg. Eg hevði tó nakrar góðar møguleikar at fáa meira burturúr í onkrum talvi, men tók tíverri ikki av, tá ið møguleikarnir vístu seg.

Les meira »

Talvkapping á netinum

Sunnudagin 31.10.2021 kl. 19:00 verður talvkapping fyri føroyskar telvarar á netinum. Telvað verður á heimasíðuni chess.com. Talvkappingin er partur av vælumtóktu Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at royna seg, bæði roynd og minni roynd.

Les meira »

3. umfar í liðkappingini útsett

Vegna høga smittutalið í løtuni, er 3. umfar í liðkappingini útsett. Koronavegleiðingin metir ikki, at tað er ráðiligt at telva hetta vikuskiftið. Nærri kunning kemur, tá telvað verður aftur.

Les meira »

Heðin Gregersen vann ST Open 2021

Fyrsta Grand Prix kappingin í kappingarárinum varð telvað í vikuskiftinum. 21 luttakarar vóru við í kappingini á Giljanesi. Gleðiligt at síggja so nógvar luttakara og serliga at síggja so nógvar nýggjar telvarar royna seg.

Les meira »

Kappingar útsettar

Vegna stóra talið av corona smittaðum ímillum børn og ung, eru allar talvkappingar hjá børnum og ungum fyribils útsettar. Nærri kunning kemur aftur, tá byrjað verður.

Les meira »

ST-Open 2021

Fyrsta Open-kapping í ár verður í Sandavági vikuskiftið 22.-24. oktober 2021. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi.

Les meira »