Oman til Oman

Soleiðis kallaði Sonne Smith eina útvarpssending, tá ið hann einaferð hevði vitjað og hildið jól hjá einum beiggja sínum, ið starvaðist í sultánveldinum við Persaflógvan. Vit kunnu siga, at føroyska talvlandsliðið er farið longu leiðina oman til India at telva móti Oman. Vit hava ongantíð telvað móti Oman fyrr. Teir mundu hava sín olympiska talvdóp norðuri í Tromsø í 2014, og hava tí ikki stórar altjóða royndir í talvi. 

Les meira »

Føroyar dragna

Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. Føroyar taptu í áttanda umfari í dag 2½-1½ fyri Zimbabwe.  Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og Zimbabwe nummar 94. Føroysku telvararnir høvdu væl hægri rating á øllum borðum í dag, kortini eydnaðist ongum at vinna.

Les meira »

Helgi og Høgni remis

Føroyar fingu eitt stig móti Argentina á talvolympiaduni í India í dag. Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina. 

Les meira »

Føroyar møta Argentina

Tað verður aftur sera sterk mótstøða á talvolympiaduni í India í dag. Vit møta Argentina, sum er styrkismett nummar 30 av teimum 188 liðunum.

Les meira »

Vunnu á Wales

Føroyar vunnu í dag 3-1 á Wales á talvolympiaduni í India. Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard vunnu síni talv, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti.  Helgi, Rógvi og John telvaðu allir væl og vunnu sannførandi, men Høgni var tikin á bóli av sera ágangandi mótstøðumanni, og fekk ikki vart seg fyri hættisliga álopinum, ið walisin setti í verk.

Les meira »

Føroyar móti Wales

Føroyar telva móti Wales í sætta umfari á talvolympiaduni í India í dag. Føroyar eru styrkismettar nummar 60, Wales nummar 97. Føroysku telvararnir hava hægri styrkitøl á øllum fýra borðum. Vit sleppa tí ikki undan favorittleiklutinum, men royndirnar vísa, at so einfalt er tað kortini ikki.

Les meira »

Afturstig

Eitt sindur snópisligt kennist tað, at Føroyar ikki vunnu á Libanon á talvolympiaduni í dag. Dysturin endaði javnur 2-2.   Føroyar eru styrkismettar væl ovari enn Libanon, okkara telvarar høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum, og vit hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum.

Les meira »

Telva móti Libanon

Klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fimta umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Libanon. Føroyingar ætla at vinna. Vit eru styrkismettir ovari enn teir; vit nummar 60, teir 92.  John Rødgaard er ikki við í dag. Tí eru tað Helgi, Høgni, Rógvi og Luitjen, sum telva. Vit hava hvíta fólkið á øðrum og fjórða borði, hinir hava svart. Okkara menn hava hægri styrkital á øllum borðum.

Les meira »

Helgi fekk remis

Føroyar fingu eitt hálvt stig í dystinum móti krútsterka Kroatia í fjórða umfari á talvolympiaduni í India í dag. Dysturin endaði tí 3½-½ til Kroatia.   Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. 

Les meira »

Kroatia – dygg mótstøða

Nú klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin byrjaðu dystirnir í fjórða umfari á talvolympiaduni í India. Føroyar telva í dag móti Kroatia, sum er styrkismett nummar 17 av teimum 188 liðunum í kappingini. Miðalstyrkitalið hjá teimum fýra kroatisku stórmeistarunum er omanfyri 2600. John Rødgaard er við aftur á føroyska liðnum í dag. Hann loysir av Rógva Egilstoft, sum hevði longsta talvið av føroysku telvarunum í gjár. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol, sum fekk so góða byrjan í gjár, er við aftur í dag.

Les meira »