Helgi vann FM í snartelving við fullum stigatali!

31 telvarar møttu til føroyameistaraheitið í snartelving. Havnar Telvingarfelag var vertur, og gjørdu teir tað við lít. Heimabakaðir bollar, føroyskur viðskeri, køkur og kaffi – onki vantaði.  Fleiri av sterkastu telvarunum vóru við, umframt Helga Dam Ziska, tann absolutt sterkasta í føroyskari telving. Helgi lat heldur ongan iva vera um, at hann er stinnastur í Føroyum.  Fyri fyrstu ferð (møguliga nakrantíð) vann Helgi FM í snartelving við fullum stigatali, 18 av 18! Og tá vóru sum áður nevnt, fleiri navnframir telvarar við í kappingini.  Á deildum øðrum plássi endaðu Rógvi Egilstoft Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson við 13 stigum.  Ratingvirðislønirnar vunnu Jón Gregersen, Eli W. Finnson og  Sámal Andrias Jacobsen. Hjartaliga til lukku allir samlir.

Les meira »

FM í snartelving 2015

Føroyameistaraheitið í snartalv verður: 27. desembur kl. 14.00 í Skúlin við Løgmannabreyt, Tórshavn. Tilmelding i seinasta lagi leygardagin 26 des. kl. 18.00 á faroechess@faroechess.com ella smsa til 22 00 13 Upplýs navn + rating. Luttøkugjaldið er 100 kr. Telvað verða 9 dupultumfør. Tíðin verður 3 minuttir +2 sekund pr leik. Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2x 3 +2 og síðan suddendeath. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión. Virðislønir til 1,2 og 3  + ratingvirðislønir.  Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina.   Tilmeldingar:  

Les meira »

FM-snar flutt til 27.desembur

FM í snartelving verður 27. desembur kl. 14. Nærri verður lýst seinni.    Við talvkvøðu, Talvsamband Føroya og Havnar Telvingarfelag

Les meira »

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22. november kl 14 í Kollafjarðar Skúla.

talv_flagg

talv_flagg

Talvsamband Føroya skipar fyri talvkapping fyri børn- og ung í Kollafjarðar skúla 22/11 kl 14. Kappast verður í 5 ymiskum aldursbólkum. Kappingin er einstaklinga kapping, og er samstundis onnur úttøkukapping til NM-kappingina 2016 - sum hesuferð verður telvað í Svøríki 18 -21 februar 2016.

Telvað verður í hesum aldursbólkum:

A - bólkur: Telvarar føddir 1996-98 (17-20 ár)

B - bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (15-16 ár)

C - bólkur: Telvarar føddir 2001-02 (13-14 ár)

D - bólkur: Telvarar føddir 2003-04 og (11-12 ár)

E - bólkur: Telvarar føddir 2005 og seinni. (10 ár og yngri)

Les meira »

Liðkappingin LIVE

30 talv frá dupult-umfarinum í Klaksvík verða víst LIVE her:   Øll talvini í 1. Deild – http://live.faroechess.com/1.%20Deild/tfd.htm   Øll talvini í 2. Deild – http://live.faroechess.com/2.%20Deild/tfd.htm   6 talv í 3. Deild – http://live.faroechess.com/3.%20Deild/tfd.htm    Nøvnini eru ikki almenn enn, men tey verða inntastaði so hvørt telvararnir møta.    

Les meira »

Dupult-umfarid leygardagin 31.10

Dupult-umfarið leygardagin 31.10 verður telvað í Ósáskúlanum í Klaksvík. Klokkurnar verða settar í gongd kl. 10.00 og 16.00. Suppa v/flutes verður bjóðað ókeypis millum umførini. Dómarar vera FA Hans Hjalti Skaale og Petur Hans Poulsen. Vh, Klaksvíkar Talvfelag

Les meira »