Sandavágur ella Havnin?

Leygarmorgunin 18. mars endar landskappingin í talvi við stórum felagsumfari á Skúlatrøð í Klaksvík.   Mesti spenningurin er í 1. deild. Sandavágs Talvfelag hevur verið einaráðandi í vetur og vunnið allar níggju dystirnar. Men kortini er eingin avgerð fallin enn. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag eru tvey stig aftanfyri. 

Les meira »

Beinleiðis frá seinasta umfarinum í liðkappingini

Klaksvíkar Talvfelag er vertur fyri 10. og seinasta umfarinum í liðkappingini 2022/23, ið verður telvað á Skúlatrøð í Klaksvík, í morgin kl. 10. 112 telvarar telva í 4. deildum, deilt yvir 28 lið. Í 1. deild eru 6 lið, í 2. deild eisini 6 lið, somuleiðis 6 lið í 3. deild og 10 lið eru í 4. deild.

Les meira »

Innbjóðing til TT Kvik

9’inda og næstsíðsta GP-kapping í hesum kappingarári verður telvað í talvhølunum hjá Tofta Talvfelagi sunnudagin 19.03. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Aðalfundurin útsettur vegna veður

  Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya, sum skuldi vera í kvøld 15.03 kl. 18:00 er útsettur. Hann sigur frá nógvum kava aftur í kvøld. Nýggjur fundur verður lýstur seinni. Talvsamband Føroya

Les meira »

TT-Kvik útsett

TT-Kvik skuldi eftir ætlan telvast á Toftum leygardagin 11.03.2023, men er flutt til sunnudagin 19.03.2023. Innbjóðing til kappingina kemur í komandi viku.

Les meira »