Søguliga sterkt FM

Havnar Telvingarfelag, sum hin 18. apríl í ár fyllir 100, skipar um páskirnar fyri árligu føroyameistarakappingini í talvi fyri einstaklingar.   Og nú so stórur dagur nærkast, er tað hugaligt hjá elsta talvfelagnum í landinum at sanna, at flest allir av okkara fremstu telvarum fara at hátíðarhalda hetta søguliga hvarvið í føroyskari telving við at manna hin sterkasta FM-bólkin nakrantíð. Undantikin eru tey hendinga árini, tá ið útlendingar eru bodnir við í eina opna FM-kapping.

Les meira »

FM nærkast

Árliga føroyameistarakappingin í talvi fyri einstaklingar stundar til. Kappingin byrjar annan leygardag 1. apríl.   Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini.     Telvað verður í auluni í Finsen – í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.

Les meira »

Útsetti aðalfundurin verður leygardagin, aftaná Samskip Kvik

Aðalfundurin, sum skuldi vera 15. mars verður nú leygardagin kl. 18:00 í Skúlanum við Løkin í Runavík, beint aftaná Samskip Kvik (GP finaluna).  Freistin til at senda inn uppskot til viðgerðar á aðalfundinum var 01. mars 2023, og er tí farin. Tvey uppskot eru komin frá Talvfelagnum Rókur. Hesi eru:

Les meira »

Innbjóðing: VT Barna Open 26.03

Sunnudagin 26. mars verður kvik-talvkapping fyri børn á Miðnámi í Vestmanna. Hettar er seinasta barnakapping av hesum slag hettar kappingarárið. Kappingin byrjar kl. 14 og 5 umfør verða telvað við tíðini 10 minuttir + 5 sekund per leik.

Les meira »

Innbjóðing til Samskip Kvik – GP finalan

  Leygardagin 25. mars verður Grand Prix finalan telvað í skúlanum við Løkin í Runavík. Kongshavnar Talvfelag er vertur, og ber endaliga kappingin navnið Samskip Kvik. Samskip sponsorerar kappingina, og tí eru vinningarnir í GP finaluni serliga tiltrekkjandi í ár.

Les meira »

Vágamenn vunnu dramatiska FM-finalu

Tað var spenningur og drama við lít, tá ið vágamenn og havnarmenn í dag telvaðu um meistaraheitið, fyrst í regluligum dysti, og síðani í umdysti, skipaður sum kviktalv við munandi minni leiktíð.    Fyrst vunnu havnarmenn 3-1. Tað gav teimum umdystin. Nú vóru teir rímiligt favorittar eftir frálíka sigurin á ósigraða oddaliðnum, men í  umdystinum tók alt eina bráða vend. Vágamenn vóru neyvari og kringari og kaldari, tá ið á stóð.

Les meira »

Sandavágur vann FM fyri lið

Eftir at hava vunnið allar dystirnar í liðkappingini, taptu sandavágsmenn 10. og seinasta umfar 1-3 fyri HT.Henda gjørdi, at bæði liðini endaðu jøvn, og tískil mátti umdystur til, fyri at finna vinnararnar.Umdystin vann ST 3-1. Í umdystinum vórðu telvaði kviktalv (10 min. hvør + 5 sek. pr. leik).Meira um hetta seinni.Niðanfyri eru nakrar myndir frá endaumfarinum, ið varð telvað á Skúlatrøð í Klaksvík.

Les meira »

FM í liðkappingini verður avgjørt við umdysti.

Umdysturin verður leiktur soleiðis: 1. Liðini telva 1 kviktalv. Lutakastið gav HT hvítt á 1. borði. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 2. Liðini telva 1 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 3. 1. borðini (Rógvi og Helgi) telva 2 snartalv. Nýtt lutakast um farvurnar. Um tað framvegis stendur á jøvnum: 4. 1 armageddon talv (annar telvarin skal vinna talvið). Nýtt lutakast um farvurnar.   Fylgjast kann við her: https://lichess.org/…/fm-umdystur-1-kviktalv/9IIrWNRz og her við viðmerkjarum: https://www.youtube.com/watch?v=qRECmddXs9I

Les meira »