Heim / Ymiskt / Føroyskar kappingar / VT Open 2011 – Kappingarfrágreiðing

VT Open 2011 – Kappingarfrágreiðing

1. Umfar:

Umfar gav sigrar til øll tey hægri rataðu, tó burdi Andrias nokk havt vunnið talvið ímóti Brandi, fekk frúnna fyri rók, men brandur fekk stilla seg upp soleiðis við bispunum og fríari a-finnu, at talvið helst tá skuldi enda javnt, men Andrias flutti skeivan leik og tapti. Eli skuldi helst eisini kunna hildið javnt ímóti Hanus Inga.

2. Umfar:

Her hendi tað at Jón vann á Høgna, sum væl var nokkso óvæntað, eisini var óvænta at Rói fekk javnt ímóti Borgar. Eisini fekk Eli javnt ímóti Joen Paula.

3. Umfar:

Her hendi ein lítil sensatión við tað at Jákup kláraði at fáa javnt ímóti John, og sambært John so stóð Jákup betri í støðuni, og hetta úrslitið gjørdi at kappingin harnaði og bleiv javnari.

4. umfar:

Toppdysturin ímillum Jákup og Hjalta endai javnt, sjálvt um báðir løgdu nógv fyri at vinna, men tá ið báðir fingu frúgv upp, og bert kongarnir vóru annars eftir, bleiv givið upp fyri javnt. John vann á Høgna, og merkti hetta eisini at Høgni var úti av kappingini av toppplaceringum.

Annars er vert at leggja merki til kombinatiónina hjá Honnu ímóti Róa, sera flott. Leggi merkis til 2. Leik hjá Honnu, f4, kongagambit, soleiðis skal tað verða, álop !!

5. umfar:

Her hendi so tað at Hjalti fekk javnt ímóti John, sjálvt um John fekk finnu so kundi hann ikki umseta hetta til 1 stig. Eisini hevði hann lítla tíð eftir. Tað endaði so við at Hjalti, John og Jákup fingu 4 stig, og teir deildu virðislønina ímillum sín. Jón, Gutti og Andrias vunnu ratingvirðisløn.

Annars gekk nokk ikki sum ætlað hjá Høgna, í 5. umfari kundi hann eisini verði um ein háls, um Hjalti kendi sína vitjunartíð, tí tá ið Høgni flytur frúgv B1 í 28. Leiki, er hetta ein stórur feilur, tí tá kann Hjalti flyta Fe2, og so kann gerast trupult at verja.

Úrslit og talv kunnu síggjast við at trýsta her.

Sí myndir niðanfyri, ið Mogens Nielsen hevur tikið.

 

Sí eisini

kjolur09 1

KTF kvik

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.

 

Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7