Heim / Ymiskt / Føroyskar kappingar / Innbjóðing til VT-Open – broyttar tíðir

Innbjóðing til VT-Open 1. - 3. apríl (broyttar tíðir leygar- og sunnudag)

Nú er seinasti møguleiki at rætta uppá ratingtølini, avprøva duldar leikir og fáa síðstu dystarvenjingina áðrenn FM sum verður um páskini.

Hervið verður bjóðað til VT-Open í gomlu politistøðini á Bakkavegi 20  í Vestmanna í døgunum 1-3 apríl 2011.

Kappingin er partur av samlaðu grandprixkappingini.

Innbjóðing til VT-Open – broyttar tíðir

Kappingin byrjar fríggjadagin 1. apríl kl. 19.00.

Leygardag og sunnudag verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.

Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sek fyri hvønn leik.

Virðislønir (pengar) verða latnar nr. 1,2 og nr. 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er kr. 100,- fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telva verður fríggjakvøldið 1. apríl.

 

Tilmelding:

Meldast kann til á heimasíðuni hjá TSF (www.faroechess.com), ella (mnsandur@gmail.com).

Seinasta freist at melda luttøku er hóskvøldið 31. mars  kl. 20.00

 

Vælkomin til Vestmannar

Vestmanna Talvfelag

Sí eisini

kjolur09 1

KTF kvik

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 07. mars. Telvað verður í Snjallu Bjallu. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

Kappingin byrjar leygardagin 07. mars, kl. 12.30. Telvað verða 7 umfør.

 

Tilmelding higartil: http://www.chess-results.com/tnr164249.aspx?lan=7