Heim / FM einstaklingar / FM 2011 / Innbjóðing til FM

Innbjóðing til FM 2011 í Vestmanna

Vestmanna Talvfelag skipar í døgunum 16 apríl til og við 23 apríl 2011, fyri FM kappingingin fyri einstaklingar.

Kappast verður í landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki, unglingar og so verður eisini ein eldra bólkur.

Kappingin

Kappingin fer fram í aulini í Vestmanna Skúla í døgunum frá 16 apríl til og við 23 apríl.

Innbjóðing til FM

Landsliðsbólkurin, 1. bólkur og almennur bólkur telva soleiðis:

Leygardagin    16.04     kl. 14.00

Sunnudagin    17.04      kl. 14.00

Mánadagur     18.04     kl. 10.00

Mánadagur     18.04     kl. 16.00

Týsdagur        19.04     kl. 14.00

Mikudagur       20.04.    kl. 14.00

Hósdagur        21.04     kl. 14.00

Fríggjadagur   22.04     kl.  14.00

Leygardagur  23.04      kl.  10.00

Unglingar telva soleiðis:

Leygardagin    16.04     kl. 14.00

Sunnudagin    17.04      Frí (konfirmatión)

Mánadagur     18.04     kl. 10.00

Mánadagur     18.04     kl. 16.00

Týsdagur        19.04     kl. 10.00

Týsdagur        19.04     kl. 14.00

Mikudagur       20.04.    kl. 10.00

Mikudagur       20.04    kl.  14.00

Hósdagur        21.04     kl. 14.00

Fríggjadagur   22.04     kl.  14.00

Leygardagur  23.04      kl.  10.00

 

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

10 hægst rataðu luttakararnir telva í landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í talvi 2011. Teir næstu 10 telvararnir mynda 1. bólk, meðan restin telvar í Almenna bólkinum. Unglingar telva  um FM-heitið fyri unglingar.

 

Eldrabólkurin:

Hósdag       21.04     kl. 14.00 og kl. 16.00 (2 umfør)

Fríggjadag  22.04     kl. 14.00 og kl. 16.00 (2 umfør)

Leygardag  23.04    kl.  10.00 og kl. 12.00 (2 umfør)

Telvað verða 6 umfør í eldrabólkinum. Umhugsunartíðin er 30 min + 30 sek løgd afturat hvørjum leiki.

Dómari verður IA Mogens Nielsen.

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 350,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 200,-. Heiðurslimir og eldrabólkurin luttaka ókeypis.

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto 9181-492.611.2 í EIK.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 13 apríl  2011 kl. 24.00.

Eru spurningar ella ivamál, setið tykkum í samband við Jón Mikkelsen tlf.424792 ella 225516,

ella Mogens, mnsandur@gmail.com

Vinningar

Steyp og peningavirðislønir verða latnar til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, tó ikki peningavirðislønir í eldrabólkinum. Virðislønir verða ikki býttar, um javnt er i stigum.

Um FM-heitið í landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðra máta verður korrektión nýtt.

Landsliðsbólkur: Vinnari, kr. 10.000, nr.2, kr. 6.000, nr.3, kr. 5.000

1. bólkur: Vinnari, kr. 3.000, nr.2, kr. 2.000, nr.3, kr. 1.000

Almennur bólkur: Vinnari, kr. 1.500, nr.2, kr. 1.000, nr.3, kr. 500

Unglingar: Vinnari, kr. 1.500, nr.2, kr. 1.000, nr.3, kr. 500 

Vælkomin til Vestmannar á Páskum !!

 

 

Sí eisini

FM 2011: 9. umfar

Tøkk til fyriskiparar, hjálparfólk og telvarar.

Hjartaliga til lukku : 

IM Helgi Dam Ziska, Silas Eyðsteinsson, Høgni Egilstoft Nielsen og Karl Louis Johansen

Vinnarar í FM fyri einstaklingar í talvi 2011 !