Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM 2011 – 2. umfar: 3 stig – Silas og Janus halda tørn!
2 umf (3) (Medium)

NM 2011 – 2. umfar: 3 stig – Silas og Janus halda tørn!

 

Hjalti hevði finnu meira, men í álopinum offraði hann finnuna aftur, samstundis sum at mótstøðumaðurin slapp at offra rókarnar fyri frúnna, og kom til at standa mikið betri. Hetta gjørdist at enda ov nógv fyri Hjalta, ið tapti talvið. Við eitt sindur neyvari telving frá Hjalta hevdi hann kunnað varðveitt finnuna og trýstið og hildið seg frá nullinum.
Pætur misti mann fyri 4 finnur í miðspælinum, men mótstøðumaðurin hevdi ov góða støðu til at Pætur kláraði at standa ímóti trýstinum. Tó kundi Pætur við onkrum øðrum leikum kunna gjørt tað torførari hjá hinum at lopið á og fingið finnurnar hjá sær longri framm á borðið.
Sjúrdur telvaði væl og fekk tídliga mann, tá ið mótstøðumaðurin kom í trupulleikar við frúnni. Seinni fekk Sjúrður rók afturat, og vann lættliga. Eitt gott úrslit hjá Sjúrða!
Bisparið hjá Silasi vísti seg at vera avgerandi í hansara talvi. Í stórari tíðarneyð telvaði hann tó sera neyvt og fekk tí einu finnuna inn til frúgv. Sera væl telvað av Silasi, ið nú liggur á einum deildum 2. plássi!
Janus helt høvdid kalt alt talvið og gjørdi sær dælt av feilunum hjá mótstøðumanninum. Tá ið Janus setti hann mát, hevdi hann 2 frýr í yvirtali! Janus liggur nú eisini á einum deildum 2. plássi.
Mótstøðumaðurin hjá Leif fekk eitt gott álop har hann offraði mann og fekk avgerandi fyrimun. Men eftir álopið telvaði Leif tó væl, men ov seint var.
Í 3. umfari møtast Rógvi og Hjalti, og Karl M. og Pætur, so tað vera nakrar føroyskar innanhýsis uppgerðir í morgin!

Hjalti hevði finnu meira, men í álopinum offraði hann finnuna aftur, samstundis sum at mótstøðumaðurin slapp at offra rókarnar fyri frúnna, og kom til at standa mikið betri. Hetta gjørdist at enda ov nógv fyri Hjalta, ið tapti talvið. Við eitt sindur neyvari telving frá Hjalta hevdi hann kunnað varðveitt finnuna og trýstið og hildið seg frá nullinum.

Rógvi offraði tvær finnur fyri gott spæl, men telvaði seinni óneyvt og hetta førdi til tap. Við eitt sindur neyvari telving hevdi talvið kunnað meira til hansara fyrimun.

Finnin, ið telvað móti Karl M., leikti sera trygt og væl heilt frá byrjan. Eftir áhaldandi trýst Karl M., fekk finnin frúgv fyri rók og riddara, og vann stutt eftir talvið.
Pætur misti mann fyri 4 finnur í miðspælinum, men mótstøðumaðurin hevdi ov góða støðu til at Pætur kláraði at standa ímóti trýstinum. Tó kundi Pætur við onkrum øðrum leikum kunna gjørt tað torførari hjá hinum at lopið á og fingið finnurnar hjá sær longri framm á borðið.
Sjúrdur telvaði væl og fekk tídliga mann, tá ið mótstøðumaðurin kom í trupulleikar við frúnni. Seinni fekk Sjúrður rók afturat, og vann lættliga. Eitt gott úrslit hjá Sjúrða, sum nú eisini er komin uppá stigatalvuna!

Høgni misti tíðliga í talvinum finnu. Sviin telvaði trygt og vann seinni talvið uppá meirfinnuna.
Bisparið hjá Silasi vísti seg at vera avgerandi í hansara talvi. Í stórari tíðarneyð telvaði hann tó sera neyvt og fekk tí einu finnuna inn til frúgv. Sera væl telvað av Silasi, ið nú liggur á einum deildum 2. plássi!
Janus helt høvdid kalt alt talvið og gjørdi sær dælt av feilunum hjá mótstøðumanninum. Tá ið Janus setti hann mát, hevdi hann 2 frýr í yvirtali! Janus liggur nú eisini á einum deildum 2. plássi.
Mótstøðumaðurin hjá Leif fekk eitt gott álop har hann offraði mann og fekk avgerandi fyrimun. Men eftir álopið telvaði Leif tó væl, men ov seint var.
Í 3. umfari møtast Rógvi og Hjalti, og Karl M. og Pætur, so tað vera nakrar føroyskar innanhýsis uppgerðir í morgin!

 

Bólkur A

 

Rógvi E. Nielsen – Kristoffer Madland Danmark (2060 – 2051) 0-1

Kim Raisanen Finnland (2091) – Hjalti T. Jógvansson 1-0

 

Bólkur B

Nokkvi Sverrisson Ísland (1787) – Pætur Poulsen 1-0

Karl M Dahl – Erik Ronka (1984) 0-1

 

Bólkur C

Eivind Aartun Norra (1673) – Sjúrður Olsen 0-1

Høgni E. Nielsen – Egor Norlin Svøríki (1991) 0-1

 

Bólkur D

Silas Eyðsteinsson – Eero Valkama Finnland 1726 1-0

Jesper Sondergaard Thybo Danmark (1913) – Eli W. Finsson 1-0

 

Bólkur E

Jani Eränne Finnland 1380 – Janus Skaale 0-1

Heimir Pall Ragnarsson Ísland (1200) – Leif Reinert Fjallheim

 

Úrslit, stødur og talv kunnu síggast her

 

 

2 umf (1) (Medium)

2 umf (2) (Medium)

2 umf (3) (Medium)

2 umf (4) (Medium)

2 umf (5) (Medium)

2 umf (6) (Medium)

2 umf (7) (Medium)

2 umf (8) (Medium)

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …