Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM 2011 – 1. umfar: Tey fyrstu stigini komin til høldar!
1 umf SO-HEN

NM 2011 – 1. umfar: Tey fyrstu stigini komin til høldar!

 

 

 

 

 

Bólkur A

Rógvi telvaði móti svianum Erik Thorn. Talvið var øgiliga læst, har sviin tó hevði betri støðuna. Við framvegis nógvum fóllkum eftir, hevði Rógvi ikki nógvar puntar at flyta síni fólk á. Eftir at sviin hevði sett síni fólk til rættis, leyp hann á, og góðan støðan hjá honum var nokk til at vinna við.

Hjalti telvaði móti dananum Mads Hansen. Eftir at støðan var rímuliga læst í byrjanuni, opnaðist støðan nógv og fóru teir báðir í álop, í hvør sínari síðu.  Álopið hjá dananum var tó meira vandamikið, og fekk hann tí avgerandi fyrimun og vann talvið.

 

1 umf REN

 

1 umf HTJ

 

 

 

Bólkur B

Karl Martin telvaði móti dananum Martin Haubro, ið hevur knapt 800 fleiri ratingstig enn Karl Martin. Danin fór tíðliga í álop, og offraði riddara. Hann fekk tó aftur bæði í posa og sekk, tí hann endaði álopið við fáa báðar rókarnar hjá Karl Martini, fyri riddara og bisp. Hetta var ov sterkt fyri Karl Martin, ið tapti talvið.

Pætur telvaði móti finnanum Jani Ahvenjarvi, við styrkistalinum 2066. Finnin telvaði væl, men Pætur vardi eisini væl. Pætur slapp eftir miðspælið inn á 7. røð við sínum róki, men kom í trupulleikar av honum, tí bispaparið hjá finnanum, saman við einum róki á 2. røð, fangaðu rókin hjá Pæturi, og finnin fekk samstundis eitt sterkt álop. Stutt eftir tapti Pætur talvið.

 

1 umf KMD

 

1 umf PP

 

 

 

Bólkur C

Sjúrður og Høgni møttust í fyrsta umfari. Sjúrður kom væl frá byrjanuni, men í miðspælinum sendi Høgni sína f-finnu heilt framm, og opnaði fyri støðuna frammanfyri konginum hjá Sjúrða. Sjúrður hevði mótspæl á frúgvasíðuni, men var tó ov seinur, tí álopið hjá Høgna var alt ov sterkt. Við einum frúgvaoffri fyri rók og riddara hevði Sjúður kunnað sloppið betri frá álopinum, og framvegis havt trýstið á frúgvasíðuni, men hesum endaðu teir ikki úti í.

Góð byrjan hjá Høgna, sum nú liggur á einum deildum 1. plássi, saman við 4 øðrum.

 

1 umf SO-HEN

 

 

 

 

Bólkur D

Silas telvaði móti finnanum Dmitri Tumanov, ið hevur 500 fleiri ratingstig enn Silas. Finnin hevði betri støðu í miðspælinum, men Silas vardi væl. Eftir at teir høvdu býtt tað mesta av fólkinum av, høvdu teir einans finnir og ólíkafarvaðar bispar eftir. Møguliga hevði Silas ein vinnandi møguleika um hann hevdi farid longur fram vid konginum í endaspælinum, men hann kom tó ikki út í hesa støðu. Talvið endaði javnt, og var hetta eitt sera flott úrslit hjá Silasi.

Eli telvaði móti dananum Martin Percivaldi, hvørs ratingtal er 1803, mótvegis Eli’sa 1158. Danin telvaði væl frá byrjan av, og fekk tíðliga eina finnu. Hann hevði gott spæl og pressaði Eli nógv, og fekk seinni enn eina finnu. Eli fekk tó tí einu finnuna aftur, men tá var ov seint, og danin slapp heilt framm við síni finnu, og vann talvið.

 

1 umf SE

 

1 umf EF

 

 

 

 

 

 

Bólkur E

Eftir fyrstu náttina stríddust Leif og Janus við búkilsku og febur, so teir vóru ikki optimalt fyri áðrenn 1. umfar. Tó stríddust teir mannliga og tóktust ikki at vera tarnaðir av hesum.

Janus Skaale hevdi hvítt móti Kamras Awat úr Svøríki, ið hevði gott 30 meira í rating enn Janus. Janus telvaði væl og sikkurt frá byrjan av, men eftir frúgvaavbýtið í miðspælinum fekk Janus eina heldur keðiliga tví-finnu. Hetta útnyttaði svenskarin tó ikki, og støðan útjavnaðist aftur. Støðan á borðinum var jøvn, teir høvdu einans kong og finnir eftir, men stutt eftir hetta telvaði svenskarin óneyvt, og kundi Janus við einum kongaleiki fingið avgerandi fyrimun. Janus sá ikki leikin, og stutt eftir endaði talvið javnt, sum samanumtikið nokk var tað rætta úrslitið.
Eitt flott úrslit og góð byrjan hjá Janusi!

Leif telvaði móti svianum Jedrzej Szumniak, hvørs ratingtal er gott 350 hægri enn Leif’sa. Leif misti ein mann í miðspælinum, men telvaði tó gott eftir hetta. Hetta var kortini ikki nóg mikið og sterki sviin koyrdi sikkurt sigurin heim.

 

1 umf JS

 

1 umf LRF

 

Fyrireikarnir arbeiða við at fáa talvini løgd á heimasíðuna, og vónandi er hetta komið í rættlag seinni í kvøld.

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …