Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM – Spennandi vikuskiftið !

NM – Spennandi vikuskiftið !

Føroysku unglingarnir ið skulu luttaka í NM fyri skúlaungdóm í vikuskiftinum, eru komnir fram í øllum góðum.
Liðleiðari er Ingolf Gaard og eisini eru 3 talváhugaðir pápar við.

Telvararnir skulu í eldin í morginárini kl. 11.00.
Ikki er greitt enn, hvussu paringin sær út, men tað verður helst uppdaterað á heimasíðuni hjá norsku fyrireikarunum:
http://www.sjakkselskapet.no/nordisk-for-ungdom-2011

Luttakararnir úr Føroyum eru:

Bólkur A: Rógvi E. Nielsen 2115/2134 og Hjalti T. Jógvansson 1895/1890

Bólkur B: Pætur Poulsen 1247 og Karl M. Dahl 1228

Bólkur C: Høgni E. Nielsen 1943/1927 og Sjúrður Olsen 1419

Bólkur D: Silas Eyðsteinsson 1315 og Eli W. Finnson 1158

Bólkur E: Janus Skaale 1123 og Leif R. Fjallheim 1000

Skráin fyri dagarnar:

1. umfar fríggjadagur  18. kl. 11.00 – 16.00
2. umfar fríggjadagur  18. kl. 17.30 – 22.30
3. umfar leygardagur   19. kl. 09.00 – 14.00
4. umfar leygardagur   19. kl. 15.30 – 20.30
5. umfar sunnudagur    20. kl. 09.00 – 14.00
6. umfar sunnudagur    20. kl. 15.30 – 20.30

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.