Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rókur Open – Helgi vinnari

Rókur Open – Helgi vinnari

Helgi var favorittur at vinna enn eitt GP umfar, men spennandi var at fylgja við um hini plássini. Har høvdu allir møguleikan, tí ungu garparnir sum nýttu hetta høvið sum fyrireiking til NM – verður í Oslo 18 – 20 februar – góvu teimum “gomlu” talvkempunum ein skarpan gang. Sera áhugavert var at fylgja bert 12 ára gamla Silasi 1315 úr ST, sum stríddist til síðsta mann móti Jákup á Rógvu 1916 VT, men tó mátti geva skarvin yvir.

Í øðrum umfari, sum varð telvað leygarmorgunin, gjørdi Brandur Højgaard 1501 TT eitt sindur um seg. Evnaríki unglingin úr Sandavági Høgni E. Nielsen 1943 var stórfavorittur við hvíta fólkinum, men megnaði ikki at fáa fulla úrtøku.

Annars lógu allir hægst rataðu telvararnir á odda, við Rógva E. Nielsen sum oddafiski eftir tvey umfør.

3. umfar

Í triðja umfari vunnu Helgi og Rógvi á ávíkavist Jákup og Hjalta, og vóru á odda við 3 stigum. 
Helgi við svørtum offraði tíðliga finnu fyri bispaparið í einum kongaindara. Trýstið frá bispinum á g7 bleiv at enda avgerandi fyri at hvítur mátti lúta.

Rógvi vann eftir at hava ofrað bisp á e6 fyri tvær finnur. Toppdystur í fjórða umfari millum Helga og Rógva!

Høgni og Karl Marius vunnu báðir síni talv, á ávíkavist Margar og Brandi, og vóru nr. 3-4 við 2½ stigum.
Flúgvandi byrjan hjá Karl Marius, ið annars var styrkismettur sum nr. 17 av 22!
Annars vóru sum so eingi óvæntaði úrslit í 3. umfari.

4. umfar vann Helgi á Rógva, meðan Jón Mikkelsen heldur óvæntað vann á Jákup á R. Andreasen. Hini úrslitini vóru meira ella minni sum væntað. Silas fekk tó ein góðan javnleik móti Brandi.

5. umfar var umfarið hjá favorittunum. Eingin slingur í valsinum hjá nøkrum oddafiski. Helgi vann sannførandi øll síni talv, meðan Rógvi og Hjalti endaðu javnir, men Rógvi hevði tó betur korrektión og gjørdist tískil nr. 2.

NM-luttakararnir kláraðu seg heilt væl, allir uttan Leif – yngsti luttakari, sum var sjúkur undan og undir kappingini – fingu stig. Frammanfyri vera venjingar við IM Helga D. Ziska og síðani Skákið Open. Spennandi verður at fylgja gongdini !

Fleirir myndir í myndasavninum.

Støðan vm. 

http://chess-results.com/tnr43064.aspx?lan=1

FL / JáRA

 

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …