Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM fyri ung einstaklingar – Finalan
fm ung finala 09 231

FM fyri ung einstaklingar – Finalan

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1991-93 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1994-95 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2000 og seinni. (10 ár og yngri)

Finalan verður í Tórshavn leygardagin 26 – 28 novembur 2010 (fyriskipari Talvsamband Føroya).

Telva verða 5 umfør, har hvør telvari hevur 90 min. + 30 sek. pr. leik í part til hvørt talvið.  1. umfar verður fríggjakvøldið kl. 18 í Kommunuskúlanum, 2. umfar leygardagin kl. 10.00 og 3. umfar kl. 15.00. Sunnudagin verður telvað kl. 12.30 og 16.30.

Seinasta freist at melda luttøku, er hóskvøldið 25. novembur 2010 kl. 18.00.

Meldið til á snarbjorn@hotmail.com ella 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …