Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL: Javnt ímóti Zambia

OL: Javnt ímóti Zambia

Úrslitið av landsdystinum ímóti Zambia, í 9. umfarinum á Talvolympiaduni í Russlandi, gjørdist javnleikur 2-2.

(1-0) Stanley Chumfwa (2315) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
(½-½) FM Daniel Jere (2267) – IM John Rødgaard (2352)
(½-½)   Kelvin Chumfwa (2214) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

(0-1) Andrew Kayonde (0) – Jóan Hendrik Andreasen (2217)

Føroyar var í útgangsstøðinum favorittur at vinna uppgerðina, við atliti at ratingtølunum, men Zambia hevur staðið seg væl á Olympiaduni og samanumtikið var úrslitið tískil ikki heilt av leið.

Helgi yvirsá í tíðarneyðini eina taktiska vending, sum innibar brádligt tap, meðan John og Carl Eli, kanska til tíðir høvdu munin, sum tó ikki eydnaðist at umseta til sigur.

Annan dagin upp í slag sigraði Jóan Hendrik Andreasen á 4. borði og hevur sostatt – av álvara – fingið brodd í telvingina.

Í 10. umfari er mótstøðulandið Sameindu Arabisku Emiratini, sum er seedað nr. 88, t.v.s. nærum ájavnt við Føroyar, sum er seedað nr. 83. Lagt er upp til eina javna og spennandi uppgerð, men har staðfestast kann, at ovastu borðini hjá Emiratunum higartil hava staðið seg sera væl.

 

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.