Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL: USA fór við øllum

OL: USA fór við øllum

Men føroyingarnir stríddust manniliga í móti OL-bronsuvinnarunum 2008 og 2006, hvørs manning er í heimselituni í talvi.

1. GM Nakamura Hikaru (2733) – IM Helgi Dam Ziska (2439)
2. GM Kamsky Gata (2705) – IM John Rødgaard (2352)
3. GM Shulman Yuri (2636) – Olaf Berg (2274)

4. GM Hess Robert Lee (2596) – FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2262)

 

Føroyar taptu dystin 4-0.

 

Helgi fekk trupla støðu og tá Nakamura flutti sera skjótt, øktist trýstið í tíðarneyðini og óneyvleikar avgjørdu talvið. Olaf fekk somuleiðis, í tíðarneyðini, eitt verri endatalv. Men ikki minst spell var tað hjá Carl Eli, sum í veruleikanum hevði góða støðu, men snávaði í seinastu leikunum, áðrenn meiri tíð varð løgd aftur at klokkuni. Støðan var avgjørt til meira.

 

Dagins drama borðreiddi IM John Rødgaard fyri ímóti US-meistararnum 2010, Gata Kamsky. Sum talvið leið hómaðist javnleikur í havsbrúnni. Rødgaard stríddist í 59 leikir og fólkið fækkaðist av borðinum. Eitt millumskák í 59. leiki á b7 var loysnin, men ístaðin bleiv mát á miðjum borði, tá fá sekund vóru eftir á klokkuni. Stórt spell hjá OL-veteraninum av Tvøroyri.

 

Mikumorgunin kl. 10.00 er Burundi mótstøðuliðið. Burundi er seedað uml. 60 pláss lægri enn Føroyar og tískil verður lagt til brots eftir greiðum sigri.

 

 

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …