Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi skakar í Noregi
helgi09

Helgi skakar í Noregi

Mikudagin varð trivaligur javnleikur fingin til høldar við hvíta fólkinum ímóti russiska stórmeistaranum GM Vladimir Burmakin við styrkitalinum 2605.

 

Hósdagin gjørdist talan um eina sanna marathon orrustu ímóti næsthægst seedaða, topp-100 telvaranum í heiminum, GM Alexander Moiseenku úr Ukraina, við styrkitalinum 2667. U16-heimsmeistarin (1996), OL-gullvinnarin í Calvia 2004, vildi treyðugt góðtaka, at hann ikki megnaði at koppa unga føroyinginum við hvíta fólkinum og helt á at trýsta.

 

Men eftir 6 tímar og heili 133 leikir, mátti Moiseenku ásanna at Helgi var ikki til at vika. Talvið endaði javnt, hóast Helgi nærum onga tíð hevði eftir á klokkuni seinastu mongu leikirnar.

 

Hóskvøldið var snartelving á skránni. 88 luttkarar møttu og megnaði Helgi eitt deilt 1. pláss saman við super-stórmeistaranum úr Hollandi, GM Loek Van Wely. Helgi vann annars Van Wely á seinastu talvolympiaduni. 

 

 Seinnapartin telvar Helgi í 7. umfari ímóti IM Espen Lie, úr Noregi, sum var norskur meistari í 2007. 

 

Fylgið kappingini á http://arcticchess.org/acc/

 

Úrslit frá snarkappingini: Far inn á leinkjuna hjá talvfelagnum í Tromsø.

 

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.