Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Óbroytt í oddastríðnum

Óbroytt í oddastríðnum

Dystirnir í áttanda umfari í landskappingini í talvi broyttu einki í FM-kapprenningini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Bæði liðini tryggjaðu sær meinlíkar stórsigrar í dag. Støðan er tí óbroytt í oddanum – vágamenn eru framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum.

Sandavágur fekk frálíkt úrslit móti fyrsta liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. Úrslitið var 3½-½ til vágamenn. Av klaksvíkingunum var Ólavur Simonsen á 1. borði hin einasti, sum bjargaði sær undan tapi. Honum eydnaðist í longum talvi at fáa javnt móti Høgna Egilstoft Nielsen. Á hinum borðunum vóru sandavágsmenn eirindarleysir; Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Steintóri Rasmussen, Silas Eyðsteinsson koppaði Willa Olsen, og Torkil Nielsen syfti Rana Baldursson.

Stórmeistarin við aftur

Havnarmenn høvdu brynjað seg við næstan allari OL-manningini í dag. Helgi Dam Ziska var við aftur á 1. borði, hinir vóru Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen. Havnarmenn høvdu útidyst móti Kollafjarðar Talvfelag, og vunnu 3½-½. Helgi, Martin og Olaf vunnu – mótstøðumenninir vóru Kári Petersen, Bernhard Thomsen og Hanus Joensen, men á fjórða borði eydnaðist tí unga Rógva Mørkøre óvæntað at fáa remis móti Carl Eli Samuelsen.

Í triðja dystinum í 1. deild vann annað lið hjá Havnar Telvingarfelag 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á Rana Nolsøe, Finnbjørn Vang og Tummas Martin Sólsker, afturfyri vann Terji Petersen á triðja borði á Heiðriki Jacobsen.

Støðan í 1. deild eftir 8. umfar

1.Sandavágur 25 stig

2.Havnin 23½

3.Klaksvík 15

4.Havnin (2) 13

5.Klaksvík (2) 10

6.Kollafjørður 9½

Líkt er til, at spenningurin fer at standa við til síðsta umfar – bæði í toppinum og í botninum. Sama er at siga um kappingina um uppflyting úr 2. deild í 1. deild. Í løtuni er líkt til, at Vestmanna Talvfelag fer at spæla seg upp aftur í bestu deildina, men avgerðin um tað verður helst eisini at bíða til síðsta umfar.

Mesti spenningurin stendur sum vera man um sjálvt FM-heitið. Hugsandi er, at avgerðin fellur ikki fyrr enn í innanhýsis dystinum millum oddaliðini í síðsta umfari.

Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Í 1. deild er skráin henda:

9. umfar (17. mars)

Klaksvík (2) – Sandavágur

Havnin – Klaksvík

Havnin (2) – Kollafjørður

10. umfar (6. apríl)

Sandavágur – Havnin

Klaksvík – Havnin (2)

Kollafjrøður – Klaksvík (2)

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …