Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Seinni hálvleikur byrjar

Seinni hálvleikur byrjar

Í dag verður sjøtil settur á seinnu leikhálvu í landskappingini í talvi. Dystirnir í sætta umfari í øllum deildum eru í dag.

Støðan broyttist einki í oddanum í 1. deild eftir dupultumfarið um miðjan januar, tá ið dystirnir í fjórða og fimta umfari vóru avgreiddir eftir einum og sama degi. Toppdysturin millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag í fimta umfari endaði javnur 2-2. Í fjórða umfari broyttist heldur einki í støðuni millum oddaliðini. Havnarmenn vunnu 3½-½ á klaksvíkingum, og við sama úrsliti vunnu vágamenn á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Sandavágs Talvfelag er tí framvegis ósigrað oddalið í bestu deildini. Manningin er tann sama í hvørjum dysti: 1. Høgni Egilstoft Nielsen 2. Rógvi Egilstoft Nielsen 3. Silas Eyðsteinsson og 4. Torkil Nielsen. Úrtøkan fyrstu fimm umførini hevur verið henda: Høgni 4½/5, Rógvi 4/5, Silas 3½/5, Torkil 4½/5.

Nýggir kustar

Nakrir telvarar, sum ikki vóru við tey fyrstu umførini, sóust, tá dystirnir í fjórða og fimta vóru fyri. Á FM-liðnum hjá Havnini vóru Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen við aftur. Stórmeistarin vann tó hvørki av talvunum henda dagin. Helgi telvaði remis móti Ólavi Simonsen og Høgna Egilstoft Nielsen. Martin Poulsen vann á Eyðuni Nolsøe og telvaði remis móti Rógva Egilstoft Nielsen.

Kollfirðingar høvdu styrkt seg við danska altjóða meistaranum Martin Haubro á 1. borði. Hans Kristian Simonsen var eisini við aftur. Og Eyðálvur Johannesen, ið sum yngri hevði eyðsýndar gávur, sást eisini gera comeback. Sama er at siga um Bernhard Thomsen, sum eftir fleiri ára steðg, er komin afturíaftur við góðum úrslitum. Kollfirðingar gjørdu bart og vunnu báðar dystirnar ruddiliga á dupultleikdegnum í januar.

Spenningurin er tí ikki sørur, nú farið verður undir seinnu leikhálvu í dag.

Støðan í 1. deild:

1 Sandavágur 16½

2 Havnin 14

3 Klaksvík 9½

4 Kollafjørður 7½

5 Klaksvík 2  6½

6 Havnin 2  6

Hinar deildirnar

2. deild

1 Havnin 15

2 Vestmanna 13

3 Sandavágur 10

4 Runavík 8½

5 Havnin B 6½

6 Gøta 6½

3. deild

1 Kolafjørður 10½

2 Klaksvík 9½

3 Sandavágur 9

4 Toftir 9

5 Sandavágur B 8

6 Klaksvík B 7

7. Vestmanna 7

8 EB/Streymur 2

9 Kollafjrøður B 2

Dystirnir í 1. deild í sætta umfari í dag eru hesir: Sandavágur-Kollafjørður, Havnin 1-Havnin 2 og Klaksvík 1-Klaksvík 2.

Hini fýra umførini verða telvað 24. februar, 3. mars, 17. mars og 6. apríl, tá FM-liðkappingin endar.

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.