Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til Kjølur Open 2019

Innbjóðing til Kjølur Open 2019

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar til GP 6, Kjølur Open, vikuskiftið 1.-3. Februar 2019

Stað:

Frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík

 

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  1. februar kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardagin 2. februar verða 4. og 5. umfar telvaði, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudagin 3. februar verða 6. og 7. umfar telvaði, kl. 12.30 og kl. 16.30.

 

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

 

Vinningar:

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 1. februar.

 

Tilmelding:

Tilmelding á tma@kallnet.fo ella 295054, í seinasta lagi hósdagin 31. januar  kl. 20.00!

 

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.