Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / IM-normar í ljósmála
EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

IM-normar í ljósmála

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í altjóða talvkappingini Runavík Open, sum endar í Løkshøll í dag.

Rógvi Egilstoft Nielsen stendur seg við javnleiki í seinasta umfari í dag. Høgni hevur fyri neyðini at vinna. Høgni hevur tveir IM-normar higartil, og Rógvi ein. Til at gerast altjóða meistari í talvi eru tríggir IM-normar krav umframt eitt styrkital, sum í minsta lagi er 2400. Høgni Egilstoft Nielsen fekk í summar kvinkað sítt styrkital upp í 2400. Rógvi hevur styrkitalið 2339, men stendur í løtuni til at ganga 25 ratingstig fram.

Høgni Egilstoft Nielsen kann tí við sigri í dag ganga undir treytirnar til at gerast meistari í talvi – sum tann fjórði í røðini í Føroyum. John Rødgaard, John Arni Nilssen og Helgi Dam Ziska eru hinir, sum fyrr hava rokkið hesum máli.

Rógvi Egilstoft Nielsen hevur 5½ stig og er á triðja plássi saman við tveimum stórmeistarum fyri seinasta umfar í dag. Rógvi telvaði í áttanda umfari gjár javnt móti russiska stórmeistaranum Valery Papin. Høgni Egilstoft Nielsen vann á hollendinginum Jan Schadd, og hevur 5 stig. Høgni er saman við fýra stórmeistarum á deildum sætta plássi fyri seinasta umfar í dag.

Spenningur í Løkshøll

Í oddanum stendur nú á jøvnum millum Oleg Korneev úr Spania – upprunaliga russiskur stórmeistari – og annan russiska stórmeistara; Vasily Papin. Báðir hava seks stig hvør.

Rógvi og Høgni telva báðir við svarta fólkinum í dag. Rógvi skal í holt við russiska stórmeistaran Aleksandr Karpatchev, sum hevur styrkitalið 2416, og Høgni telvar móti hvítarussiska stórmeistaranum Nikita Mairov, sum hevur styrkitalið 2510. Rógvi hevur tí heldur frægari vánir enn yngri bróðirin at røkka sínum máli í dag.

Fyrstu leikirnir í seinasta umfari í dag verða fluttir klokkan 14.00. Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com. Har síggjast eisini øll úrslitini og øll talvini í kappingini.

Sí eisini

EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

Sandavágsmenn økja

Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á …