Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rógvi á 3. plássi
RO2018_Rogvi

Rógvi á 3. plássi

Eftir dagsins fyrra umfar, og sjeynda íalt, er Rógvi E. Nielsen (2339) framvegis við í toppinum. Rógvi telvaði javnt móti stórmeistaranum Oleg Korneev (2551), ið undan umfarinum lá einsamallur á odda við 5 stigum.

Rógvi telvar júst nú móti russiska stórmeistaranum Vasily Papin (2483), ið liggur á einum deildum fyrsta plássi saman við Oleg Korneev, við 5½ stigum.

Rógvi liggur á einum deildum 3.-4. plássi við 5 stigum.

9. og seinasta umfar byrjar kl. 14 í Løkshøll.

Fylgjast kann við á stórskíggja, umframt á teimum stóru talvheimasíðunum – leinkir eru at finna her á síðuni.

RO2018RO2018_Rogvi_Oleg

Toppdysturin í sjeynda umfari millum FM Rógvi E. Nielsen og GM Oleg Korneev endaði javnt.

Sí eisini

EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

Sandavágsmenn økja

Oddaliðið í landskappingini í talvi, Sandavágs Talvfelag, økti um leiðsluna við knúsandi 4-0 sigri á …