Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Frásøgn: Leif og Luitjen í Uppsala Young Champions
Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_1

Frásøgn: Leif og Luitjen í Uppsala Young Champions

Ferðafrásøgn frá kappingini Uppsala Young Champions 2018, ið var telvað í Svøríki døgunum 26. – 30. oktober, og har tveir av okkara sterkastu ungu telvarum, Leif Reinert Fjallheim og Luitjen Akselsson Apol, luttóku.

1. partur

Tveir av okkara ungu telvarum luttaka í hesum døgum í sterku ungdómstalvkappingini, “Uppsala Young Champions 2018” í Svøríki. 18 luttakarar úr sjey londum eru við í kappingini, og føroysku umboðini eru 15 ára gamli Leif Reinert Fjallheim og 12 ára gamli Luitjen Akselsson Apol.
Miðal styrkistalið fyri kappingina liggur omanfyri 2000, og við sínum ávikavist 1919 og 1735 eru Leif og Luitjen neyvan at rokna millum favorittarnar. Mótstøðan í fyrsta umfari var eisini sterk, og hóast føroyingarnir telvaðu væl og leingi, so koppaði skeivan veg hjá báðum móti endanum. Leif tapti móti svianum, Joakim Nilsson (2191), og Luitjen tapti móti Collin Colbow (2131) úr Týsklandi.
Í morgin eru tvey umfør á skránni. Í fyrra umfari sessast føroysku unglingarnir hvør sínu megin borðið í innanhýsis uppgerð, og hóast hesin dysturin tryggjar okkum fyrsta stigið, so eru hesar uppgerðirnar sjáldan serliga hugaligar.
Umstøðurnar kring kappingina eru í lagi, og fyrireikararnir sera fyrikomandi. Gist verður góðar tíggju minuttirs gongd frá talvhølunum. Viðgangast má tó, at um onkur okkara stríðist eitt sindur við klaustrofobi, so verður tað ein long vika í vindeygaleysu dupultklivunum á 7 fermetrar. 🙂

 

2. partur

Í øðrum umfari í “Uppsala Young Champions 2018” møttust føroyingarnir báðir. Leif hevði hvíta fólkið og Luitjen svarta fólkið, og eftir nakrar og tretivu leikir varð tað ein salomonsk loysn, har teir býttu stigið sínámillum.

Leif:
Í triðja umfari møtti Leif svianum, David Narva (1974), har teir spældu sponsku opningina. Leif vann sær greiðan fyrimun í miðjum talvi, sum hann helt rættiliga leingi. Tíverri gjørdi Leif størsta bukkin í longri tíð og tapti talvið í einum lagnuleiki.
Sunnudagin var eitt umfar, har Leif møtti einum øðrum svia við stutta navninum Warg Skåhlberg Bjerknes-Lima de Faria (1628). Leif føldi seg ikki so væl, og tað sást aftur í telvingini. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann kom í stórar trupulleikar, har hann stóð eftir við fimm finnum móti róki og trimum finnum. Leif fór all in og blakaði allar finnurnar fram, og so mikið nógv fekk hann órógvað mótstøðumannin, at hann gjørdi fleiri feilir. Talvið fór tí frá at vera tapt til javnt, og løtu seinni vunnið.
Í 5. umfari í dag møtti Leif íslendinginum, Simon Thorhallsson (2092). Teir telvaðu ein variant, sum líktist kongaindiskum, men sum í veruleikanum var Pirc. Leif spældi nakað skeivt í byrjanini og bardist við tað gjøgnum alt talvið, til tað at enda koppaði skeiva vegin. Í 6. umfari sat aftur ein svii hinumegin borðið: Akash Mitra (1848). Tað bleiv ein sicilianskur variantur, sum ikki bleiv spældur perfekt, men har Leif endaði við finnu meira, sum hann fekk umsett til sigur. Samanlagt hevur Leif fingið 2,5 stig, sum er á góðari leið, um man hyggur eftir styrkismetingunum. Í morgin er mótstøðumaðurin lettin, Aleksandrs Jazdanovs, sum hevur víst ein meira ella minni kamikaze-talvstíl í hesi kappingini.

Luitjen:
Luitjen hevur savnað sær 3 stig eftir hesi seks umførini, og tað er heilt gott sæð út frá styrkismetingini. Í seinna umfarinum leygardagin telvaði hann seg fram til greiða yvirvág móti Vitus Buchert (1828) úr Svøríki. Eftir fleiri størri og smærri mistøk tók sviin tó yvir, men tíbetur fyri Luitjen var hann ikki nóg neyvur, og tað endaði við javnleiki.
Sama søga endurtók seg sunnudagin, tá Luitjen aftur stóð í góðari støðu móti íslendska Simon Thorhallsson (2092), men hesa ferð var prísurin hægri. Íslendarin takkaði fyri blíðskapin og kundi anda lættan, tá hann tók sigurin. Simon viðmerkti eftir talvið, at hann ætlaði sær at vera eitt føroyskt talvbarn til halloween, tí tað var tað mest ræðandi, hann visti. Onkur líknandi minni frá Runavík Open í fjør spøkja helst eisini hjá honum.
Í 5. umfari í morgun lat Luitjen ongan iva vera og telvaði ein tryggan sigur í hús við kongaindiskum móti svenska Warg Skåhlberg Bjerknes–Lima de Faria (1628). Seinnapartin sat Luitjen so yvirav Aleksandrs Jazdanovs (2098) úr Letlandi. Aleksandrs valdi av einihvørjari orsøk at telva snartalv, og eftir 18 leikir hevði hann framvegis 1t30min eftir á klokkuni, meðan Luitjen hevði helvtina. Støðan var tá púra jøvn. Lettin umráddi seg í seks sekund og gjørdi so ótilvitað sjálvmorð, tá hann heilt einfalt gav Luitjeni eitt mát.
Fult stigatal til Luitjen í dag, so tað er við góðum treysti, at hann fer undir 7. umfar í morgin, tá hann skal møta Jere Lindholm (2075) úr Finnlandi.

Í gjárkvøldið var opin snarkapping á skránni, har 34 luttakarar vóru. Útvið helvtin av luttakarunum høvdu eitt styrkistal omanfyri 2000. Elmar, Leif og Luitjen luttóku, og endaðu teir á ávikavist 22., 30. og 24. plássi. Elmar megnaði at vinna aðra ratingvirðislønina.

 

3. partur

Kappingin “Uppsala Young Champions 2018” er nú at enda komin. Síðstu trý umførini gingu ikki eftir vild sæð við føroyskum brillum, og føroyingarnir fingu tíverri einki stig burturúr teimum.

Luitjen og Leif endaðu á 15. og 16. plássi (av 18) við ávikavist 3 og 2 1/2 stigi. Luitjen kann helst vera betur nøgdur við úrslitið enn Leif, tí hann tekur seg um 30 ratingstig fram, meðan Leif hinvegin missir nakað. Vinnarin av kappingini gjørdist Hilmir Freyr Heimisson (2271) úr Íslandi. Hann er sonur Heimir Guðjónsson, sum er venjari hjá HB.

Samanumtikið kann sigast, at hetta er ein fín kapping hjá føroyingum at luttaka í. Mótstøðan er sterk, og tað er neyðugt, um teir skulu taka seg fram. Hóast dystirnir í fleiri førum koppaðu skeivan veg, so er nógv at taka við sær víðari. Sum 13 ára gamli týski luttakarin tók til: “If the day is not your friend, it’s your teacher”.

Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_20

Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_1 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_2 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_3 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_4 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_5 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_6 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_7 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_8 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_9 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_10 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_11 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_12 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_13 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_14 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_15 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_16 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_17 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_18 Leif_Luitjen_Uppsala_Young Champions_2018_19

Sí eisini

EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

IM-normar í ljósmála

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í …