Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágsmenn á odda

Sandavágsmenn á odda

Landskappingin í talvi fyri lið er byrjað. Telvað hevur verið báðar seinastu sunnudagarnar, og eftir tvey umfør eru vágamenn fremstir. Líkt er til, at fremstu trý feløgini í 1. deild fara at vera tey somu sum farna kappingarár.

Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag hava vunnið sínar dystir higartil. 

Støðan í toppinum í 1. deild eftir tvey umfør:

1. Sandavágur 7 stig

2. Klaksvík 6

3. Havnin 5

Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tvey lið í 1. deild. Sætta liðið í deildini er Kollafjarðar Talvfelag.

Sandavágs Talvfelag hevur somu manning sum í fjør. Høgni Egilstoft Nielsen situr á 1. borði í ár. Stóribeiggin, Rógvi, hevur víkt sætið og hevur sett seg á 2. borð. Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen eru á aftaru borðunum.

Á liðnum hjá Klaksvík 1 hava Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Janus Skaale telvað fyrstu tveir dystirnar.

Meistarar í dvala

FM-manningin seinastu tvey árini hjá Havnar Telvingarfelag er byrjað eitt sindur trilvandi. Hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen – OL-toppskjúttin í september – hava verið við. Sum skilst ætlar Martin Poulsen ikki at telva í vetur.

Sunnudagin vóru OL-telvararnir Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen heldur ikki við. Á liðnum telvaðu í staðin Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen, Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen.

Í 2. deild, har seks lið kappast, hevur Havnar Telvingarfelag lagt seg á odda, og í 3. deild, sum hevur tíggju lið, hava norðstreymoyingar fingið bestu byrjanina. Á odda eru Kollafjørður og EB/Streymur, sum er nýtt lið.

Dystirnir í 3. umfari verða sunnudagin 25. november. Í 1. deild verður telvað soleiðis: Klaksvík-Sandavágur, Havnin-Kollafjørður og Havnin 2-Klaksvík 2.

Tíggju umfør eru í landskappingini.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

 

Rogvi Hogni lid 2018

Rógvi Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag. Undir liðini á honum hómast yngri bróðirin Høgni á 1. borði.

Sí eisini

EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

IM-normar í ljósmála

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í …