Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Javnleikur í síðsta dysti

Javnleikur í síðsta dysti

Føroyar telvaðu javnt 2-2 móti Trinidad & Tobago í síðsta umfari á talvolympaiduni í Georgia í dag.

Martin Poulsen vann, John Rødgaard og Olaf telvaðu javnt, og Helgi Dam Ziska tapti. Helgi var ósigraður fyri dystin í dag, so tað mundi koma honum ógvuliga dátt við, at hann tapti við hvíta fólkinum fyri mótstøðumanni við 300 ratingstigum færri. At síggja til forroknaði hann seg í einfaldari støðu.

Javnleikurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 103 í røðini av teimum 185 liðunum í kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 76. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá føroyska liðnum hesaferð. Allir uttan Martin Poulsen ganga aftur í rating.

Føroyar vunnu 3 dystir, spældu 2 javnar og taptu 5. Endaliga úrtøkan hjá føroysku telvarunum var hendan:

1 GM Helgi Dam Ziska 2550   5/8  (- 6,0) Avriksrating: 2461

2 IM John Rødgaard 2331   3/8  (- 47,8) Avriksrating: 2096

3 FM Olaf Berg  2248  4½/10  (- 18,8) Avriksrating: 2171

4 FM Martin Poulsen 2239  7/10 (+ 22,6) Avriksrating: 2305

5 FM Carl Eli Samuelsen 2237  4/8 (- 28,2) Avriksrating: 2033

 

Misjavnt

Martin Poulsen stóð seg nógv best av føroysku telvarunum. Martin hevði eydnuna við sær hesaferð við sínum ágangandi og kompromisleysa spæli. Stílurin er óortodoksur og skitin, men ongantíð keðiligur. Martin er óræddur og leggur nógv fyri, og er kaldur og kyniskur, tá ið á stendur. Eitt sindur av einum kovboytelvara.

Tapið í dag spilti heildarúrslitið hjá Helga. Helgi telvar best móti sterkum telvarum. Sigurin á Rafael Leitao – sterkasti telvari í Brasil – var ógvuliga sannførandi. Tá sást, at Helgi er í einum flokki fyri seg av føroyskum telvarum. Men móti teimum, sum eru veikari, sum eru varnir og verja seg væl,  hevur hann avbjóðingar. Tað sóu vit í dystinum móti Malta og aftur í dag. Helgi telvar stílreint og korrekt, men er kanska ikki nóg kreativur og dynamiskur, tá ið hann er í favorittleiklutinum. Kanska er venjingarstøðan ikki tann besta, tí Helgi hevur telvað minni eftir at hann bleiv stórmeistari.

Hinir tríggir eru helst vónsviknir. Mest av øllum John Rødgaard. Hann er so smátt komin upp í árini (fyllir 63 í ár), og líkt er til, at hann er ikki longur mentur at røkka somu úrslitum, sum fyrr.  Olaf og Carl Eli høvdu eisini ilt við at koma á lagið. Tóktust eitt sindur rustaðir. Seinnu árini hevur talvlesturin ivaleyst ligið á láni, og ov langt hevur verið millum kappingarnar.

Rætt er, at Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft Nielsen – og John Arni Nilssen fyri alt tað – høvdu kunnað styrkt føroyska liðið munandi, men tað var við hesari manningini, at vit vóru styrkismettir nummar 76. Tí fáa vit illa komið til aðra niðurstøðu, enn at endaliga úrslitið sum nummar 103 var eitt vónbrot.

Kina vann

Tað gjørdist ógvuliga trongt í toppinum. Fínrokning mátti til, áðrenn greitt var, hvør var nummar eitt, tvey og trý. Endin var, at Kina streyk avstað við gullinum. Kina og USA telvaðu 2-2 sínamillum í dag. Russland, sum hevði treka byrjan, fekk glið á móti endanum.

Av norðurlondum fekk Svøríki frálíkt úrslit. Í dag vunnu teir 3-1 á Kroatia.

Endalig støða:

1 Kina 18 stig

2 USA 18

3 Russland 18

4 Pólland 17

5 Ongland 17

11 Svøríki

29 Norra

44 Danmark

46 Finnland

68 Ísland

103 Føroyar

 

OL_2018_FAI-IRL

Martin Poulsen – fremstur á myndini – var føroyska ljósglæman í Georgia. Hinir á myndini eru Olaf Berg, John Rødgaard og Helgi Dam Ziska.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …