Uppreisn

Í dag gekk upp á stás hjá Føroyum á talvolympisku leikunum í Georgia. Okkara menn gjørdu bart og vunnu 4-0 á Ghana. Hetta er fyrsti dysturin, sum vit vinna við fullum stigatali. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Martin Poulsen og Carl Eli Samuelsen vunnu allir.

Sveiggini eru stór hjá føroysku telvarunum í Batumi. Í gjár taptu vit 3-1 fyri Afghanistan, sum er styrkismett nummar 143, og í dag vunnu vit 4-0 á Ghana, sum er styrkismett nummar 141. Tann munurin, sum sambært styrkitølunum átti at komið til sjóndar og ruddað fyri greiðum føroyskum sigri í gjár, sást í staðin í dystinum í dag.

Allir okkara telvaðu væl í dag og vunnu sannførandi; fyrst Olaf, so Carl Eli, so Martin og til endans Helgi. Eingin ivi er um, at Helgi styrkir liðið munandi. Eitt er, at hann er okkara akker, men tað tykist, sum ernast hinir á liðnum eisini, tá ið hann er við.

Sigurin í dag sendir okkum av 126. plássi fram á sætið sum nummar 105 av teimum 185 liðunum í almennu kappingini. Vinna vit so aftur í morgin, taka vit okkum aftur eitt fitt lop longur fram í røðina. Um vit kunnu røkka upp hagar, ið vit eru styrkismettir – sum nummar 76 – er kanska ivasamt. Livst so spyrst.

Móti Trinidad & Tobago 

Í ellinta og seinasta umfari í morgin telva Føroyar móti Trinidad & Tobago. Teir eru styrkismettir nummar 117, so vit hava ein veruligan møguleika at enda við einum kærkomnum sigri á olympiaduni. Men so skal telvast sum í dag, og ikki sum í gjár.

Miðalstyrkitalið hjá Trinidad & Tobago er 2221. Hjá okkum er miðalstyrkitalið 2342. Av úrslitum hjá teimum er at nevna, at teir spældu 2-2 móti Andorra, sum vit hava havt harðar dystir ímóti í smálandakappingunum. Í næstsíðsta umfari vunnu teir stórsigur á Saudi Arabia.

Føroyar hava ikki bestu royndirnar við Trinidad & Tobago í talv-OL. Í 1980 taptu vit 3-1, og í 1984 endaði dysturin javnur 2-2.

Føroyska manningin í seinasta umfari verður henda: 1. Helgi Dam Ziska 2. John Rødgaard 3. Olaf Berg 4. Martin Poulsen.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum fyri seinasta umfar er henda:

1. Helgi Dam Ziska 5/7      + 2,4 (ratingstatus)

2. John Rødgaard 2½/7      – 42,4

3. Olaf Berg 4/9                 – 18,2

4. Martin Poulsen 6/9        + 13,2

5. Carl Eli Samuelsen 4/8   – 28,2

 

USA og Kina í gullfinalu

Spenningurin er øgiligur í toppinum fyri seinasta umfar.

USA og Kina – seinastu OL-vinnarnir frá ávikavist Baku 2016 (USA) og Tromsø 2014 (Kina) – eru einsamøll á odda, og møtast í avgerandi innanhýsis finaludysti í seinasta umfari. Meira spennandi fær tað ikki verið.

Pólland, sum var á odda fyri dagsins umfar, tapti loksins fyri Kina, sum í staðin legði seg á odda saman við USA, sum vann tepran sigur á Armenia. Sam Shankland var aftur amerikanskur sigursharri. Russland hevur nú togað seg fram í oddan eftir fleiri sigrar á rað. Í dag vunnu russarar tepran sigur á Onglandi, sum eisini hevur staðið seg væl. Vladimir Kramnik tryggjaði russiska sigurin í dystinum.

Støðan í oddanum er hendan: 1. USA 17 stig 2. Kina 17 3. Poland 16 4. Frakland 16 5. Russland 16.

Norðurlond standa seg væl – í hvussu er Norra og Svøríki. Svøríki fekk í dag flottan 3-1 sigur á Italia, og Norra vann 2½-1½ á Serbia. Norra stendur seg einastandandi væl, tá hugsað verður um, at tríggir av teirra bestu telvarum eru ikki við. Hvørki heimsmeistarin Magnus Carlsen, Jon Ludvig Hammer ella Simen Agdestein eru við í Georgia. Carlsen fyrireikar seg til HM-finaludystin í næstum.

Norra er nummar 15 og Svøríki 16, Finnland nummar 33, Ísland 57 og Danmark nummar 62. Danir hava verri enn so allar sínar bestu telvarar við. Teir bestu halda seg ikki fáa nóg góðar sømdir.

Beinleiðis úr Batumi

Dystirnir í seinasta umfari á talvolympiaduni byrja longu klokkan átta á morgni føroyska tíð fríggjadagin 5. oktober.

Til ber at fylgja við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum. Livandi upptøkur síggjast eisini úr stóru talvhøllini í Batumi, og kendi stórmeistarin Ivan Sokolov, sum fleiri ferðir í 90-unum var í Føroyum sum gestur hjá Talvsambandi Føroya, og sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag, er frásøgumaður frá kappingini.

Leinki til kappingina:

https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/olympiad-batumi-2018-open

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.