Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Seinasta umfar á Giljanesi
20158115_10154496513932330_188092105_n

Seinasta umfar á Giljanesi

Longu klokkan 10 í morgun leygardagin setast telvarar aftur við borðini til seinasta umfar í altjóða talvkappingini Faroes Open í Vágum. 

Talvið í áttanda og næstsíðsta umfari í gjár millum Helga Dam Ziska og toppseedaða enska stórmeistaran Gawain Jones endaði javnt. Helgi, sum sjálvurannar hevur næsthægsta styrkitalið í kappingini, hevur nú ongan møguleika at vinna kappingina.

 

Helgi er saman við tveimum øðrum føroyskum telvarum á einum deildum sætta plássi fyri seinasta umfar. Hinir eru Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen. Høgni er nú farin uppum styrkitalið 2400, sum er krav, skalt tú gerast altjóða meistari. Hjá honum restar nú triði og síðsti IM-normurin til at gerast altjóða talvmeistari.

 

Útisetin John Arni Nilssen, sum í 2006 var fyrsti føroyingur – John Rødgaard undantikin – ið tryggjaði sær heitið sum altjóða talvmeistari, og tann fyrsti, sum rakk uppum styrkitalið 2400 eftir frálíkt úrslit í Politiken Cup í 2002, vann í gjár í fínum talvi á danska altjóða meistaranum Martin Haubro, sum hevur væl hægri styrkital enn John Arni.

 

Støðan í oddanum fyri seinasta umfar í dag:

 

1.GM Srinath Narayanan, India 2549, 6½

2-5.IM Maksim Vavulin, Russland 2552, 5½

2-5.GM Vitaly Kunin, Týskland 2538, 5½

2-5.GM Normunds Miezis, Lettland 2463, 5½

2-5.GM Gawain Jones, Ongland 2670, 5½

6-9.IM Eylon Nakar, Ísrael 2462, 5

6-9.GM Helgi Dam Ziska, Føroyar 2552, 5

6-9. Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar 2397, 5

6-9. John Arni Nilssen, Føroyar 2301, 5 stig

 

36 telvarar í alt.

 

Helgi móti John Arna

Í seinasta umfari í dag møtast Helgi Dam Ziska og John Arni Nilssen. Núverandi og fyrrverandi prinsurin í føroyskari telving. Teir báðir eiga ikki nógv kappingartalv sínamillum. Høgni Egilstoft Nielsen skal í holt við enska stórmeistaran Gawain Jones. Teir fremstu fýra dystast innanhýsis í seinasta umfari í dag.

 

Til ber at fylgja við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum aftur í dag. Leinki til kappingina sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.

 

 

Sí eisini

chess2

179 lond í talv-OL

Nú um dagarnar varð kunngjørt, hvørji lond og telvarar vera við á talvolympiaduni í Georgia, …