Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi í topp 100

Helgi í topp 100

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur nú vunnið seg fram millum hundrað teir sterkastu í heiminum í kviktalvi. Á nýdagførda styrkilistanum hjá FIDE, altjóða talvsamgonguni, stendur Helgi nummar 90 í heiminum við styrkitalinum 2664.

Í kviktalvi – á enskum rapid chess – hevur telvari stytri umhugsunartíð enn í vanligum talvi. Ásetta tíðin í kviktalvi er ikki altíð hin sama. Reglugerðin hjá FIDE ásetur, at í kviktalvi hevur telvari í mesta lagi 60 minuttir, og í minsta lagi tíggju minuttir til talvið. Í føroyskari telving hevur verið vanligt, at tú fær hálvan tíma í alt. Í HM-kappingini í kviktalvi fær hvør telvari fimtan minuttir umframt tíggju sekund fyri hvønn leikin.
Í Føroyum eru tað kappingarnar í Grand prix-røðini, sum verða avgreiddar sum kvikkappingar. Her hevur Helgi verið einaráðandi. Helgi hevur altíð staðið seg væl, tá telvast skal við knappari tíð, bæði í kviktalvi og snartalvi.
Kortini kom tað óvart á føroyska talvheimin, nú FIDE um mánaðarskiftið apríl/mai kunngjørdi dagførda styrkilistan, at okkara stórmeistari hevur otað fram í topp 100 í heiminum. Helgi er eisini um reppið at vinna seg upp á topp 100 listan í snartelving – á enskum blitz chess. Í løtuni er hann eini tjúgu ratingstig ov stuttur.
Helgi Dam Ziska er ikki so frammarlaga í vanligari telving – standard chess – sum í kviktalvi og snartalvi. Nýggja styrkital hansara er 2552. Tað merkir, at hann er millum 500 teir fremstu í heiminum í vanligari telving. Í norðurlondum telist hann millum teir fremstu. Í Noregi hevði okkara stórmeistari verið nummar fimm, í Svøríki nummar trý, í Danmark nummar fýra, í Íslandi nummar trý, og í Finnlandi nummar tvey.
Í kviktalvi er bara ein norðurlendingur fremri enn Helgi. Tað er heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi. Hann er ovast á øllum trimum styrkilistunum hjá FIDE – í vanligum talvi, kviktalvi og snartalvi.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …