Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung í Kollafirði sunnudagin 6. mai kl. 14

Talvkapping fyri børn og ung í Kollafirði sunnudagin 6. mai kl. 14

Talvkapping fyri børn og ung verður í skúlanum í Kollafirði sunnudagin 6. mai kl. 14.

Telvað verður í 4 aldursbólkum:

• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokkur
• 5 og 6 flokkur
• 7 flokkur og eldri

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi fríggjakvøldið 4. mai við at senda mail til fjallheim@hotmail.com ella við SMS-boðum til tlf 243637
Tað ber eisini til at ”søkja limaskap” til facebook bólkin ”Talvkapping 6.mai 2018 – Kollafirði”

Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk, tá tit senda teldupost, sms ella koma í fb-bólkin.
Kappingin er fyri øll, sum hava hug at telva – roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …