Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi ósigraður

Helgi ósigraður

Helgi endurvann meistaraheitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa í stórum stíli. Endaliga úrslitið var, at Helgi fekk 8½ stig av níggju í Small Nations kappingini í Klaksvík.

Í seinasta umfari í dag samdust Helgi og stórmeistarin Igor Efimov úr Monako um remis eftir nakrar fáar leikir. Helgi kundi ekkaleysur lagt meira fyri í royndini at fáa níggjunda sigurin í eitt koyr og sostatt vinna kappingina við fullum stigatali, tí sama hvussu gekst í dag, hevði hann longu vunnið kappingina. Men føroyski stórmeistarin tóktist nøgdur við remis í dag.

Stórmeistaratelving

Helgi var stórfavorittur at vinna kappingina við sínum høga styrkitali, men kortini var avrik hansara ógvuliga sannførandi – bæði úrslitini og sjálv telvingin. Holl fyrireiking við struktureraðum spæluppleggum var aftur grundarlagið undir góðu úrslitunum, men kanska hómaðist eisini heldur spískari broddur í sjálvari telvingini, soleiðis at talv, sum kundu endað jøvn, nú vórðu vunnin.

Tað, sum serliga eyðkennir telvingina hjá Helga, er tryggleikin. Grov mistøk koma næstan ikki fyri. Hann heldur javnvágina, og verður sjáldan tikin av fótum. Av tí sama er langt millum tapini. Helgi var ósigraður á 1. borði á føroyska landsliðnum í sterku EM-kappingini í fjør heyst, hóast vit møttu so sterkum liðum sum Spania og Noreg. Í báðum hesum dystum telvaði Helgi remis. Hann var eisini ósigraður í Small Nations kappingini fyri landslið í fjør heyst og í FM-kappingini á páskum.

Helgi forvinnur eini tíggju ratingstig fyri úrslitið, og fer tí helst at tátta í eini 2560, tá nýggju tølini koma út. So høgt hevur styrkitalið hjá Helga ikki verið fyrr.

Olaf tapti

Hin føroyski luttakarin, Olaf Berg, tapti í seinasta umfari í dag fyri Fred Berend úr Luksemburg. Avrikið hjá Olafi var á einari leið, men sveiggini vóru í so nógv, og hann stendur til at missa eini tíggju ratingstig eftir kappingina.

Olaf kann kortini fegnast um, at hann var sum tann einasti mentur at koppa stórmeistaranum Igor Efimov.

Endaliga støðan í Small Nations 2018:

1 GM Helgi Dam Ziska 2549 (Føroyar) 8½

2 GM Igor Efimov 2407 (Monako) 7

3 IM Fred Berend 2357 (Luksemburg) 6½

4 IM Aloma Vidal 2440 (Andorra) 6

5 Paris Kleridis 2183 (Kýpros) 4½

6 Olaf Berg 2235 (Føroyar) 4

7 Krysztof Belzo 2103 (Jersey) 2½

8 Peter Kirby 1985 (Guernsey) 2

9 Stelios Theocharous 2099 (Kýpros) 2

10 Renato Frick 2062 (Liktinstein) 2

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …