Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi og Olaf vunnu

Helgi og Olaf vunnu

Báðir føroyingarnir vunnu í dag í kappingini um meistaraheitið fyri einstaklingar í talvi fyri evropeiskar smátjóðir, nevnd Small Nations. Kappingin fer fram í Klaksvík. 

Helgi Dam Ziska og Olaf Berg vunnu báðir í sætta umfari í dag móti telvarum við lægri styrkitali enn teir. Helgi vann á Renato Frick úr Liktinstein og Olaf á Peter Kirby av Guernsey.

Helgi hevur vunnið øll seks talvini higartil og er einsamallur á odda. Honum næstur er annar stórmeistarin í kappingini, Igor Efimov úr Monako. Olaf Berg veitti honum einasta ósigurin í gjár.

Tveir bólkar

Líkt er til, at telvararnir skilja seg sundur í tveir flokkar. Seks telvarar fara undan hinum fýra. Í fremra endanum eru báðir føroyingarnir saman við telvarunum úr Monako, Luksemburg, Andorra og øðrum úr Kýpros.

Tað hevur gingið upp á stás hjá føroyska stórmeistaranum, men teir tríggir, sum hann hevur eftir at telva ímóti, teljast allir millum harðastu kappingarneytarnar. Í morgin hevur Helgi svarta fólkið móti Kleridis úr Kýpros, leygardagin er tað við hvitum móti Fred Berend úr Luksemburg, og sunnudagin verður so finalan við svarta fólkinum móti Igor Efimov.

Støðan í Small Nations-kappingini eftir sætta umfar:

1 GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 6

2 GM Igor Efimov (Monako) 5

3 IM Fred Berend (Luksemburg) 4½

4 IM Aloma Vidal (Andorra) 3½

5 Paris Kleridis (Kýpros) 3½

6 Olaf Berg (Føroyar) 3

7 Peter Kirby (Guernsey) 1½

8 Stelios Theocharous (Kýpros) 1

9 Krysztof Belzo (Jersey) 1

10 Renato Frick (Liktinstein) 1

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …