Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi og Igor borð um borð

Helgi og Igor borð um borð

Alt bendir á, at tað verður annar av stórmeistarunum, sum fer at vinna kappingina millum fremstu telvarar í smátjóðum í Evropa.

Helgi Dam Ziska og Igor Efimov úr Monako hava báðir fult stigatal eftir fyrstu fýra umførini í Small Nations-kappingini í Klaksvík.

Spenningurin fer helst at halda sær til tað síðsta, tí tað er ikki fyrr enn í níggjunda og seinasta umfari sunnudagin, at teir báðir stórmeistararnir møtast í innanhýsis dystinum.

Helgi vann í dag á Stelios Theocharous av Kýpros, sum hevur tapt øll talvini og er aftastur eftir fýra umfør. Igor Efimov vann í dag á Fred Berend úr Luksemburg, sum er altjóða meistari og ein av fremstu mótstøðumonnunum.

Hin føroyingurin í kappingini, Olaf Berg, hevur fingið minni góða byrjan. Hann hevur bara eitt stig higartil. Í dag telvaði Olaf ógvuliga ágangandi móti Kleridis av Kýpros, men yvirspældi støðuna og tapti.

Støðan eftir fýra umfør:

1 GM Igor Efimov (Monako) 4 stig

2 GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 4

3 IM Fred Berend (Luksemburg) 2½

4 IM Aloma Vidal Robert (Andorra) 2½

5 Paris Kleridis (Kýpros) 2½

6 Peter Kirby (Guernsey) 1½

7 Olaf Berg (Føroyar) 1

8 Krysztof Belzo (Jersey) 1

9 Renato Frick (Liktinstein) 1

10 Stelios Theocharous (Kýpros)

Lyklaumfar

Báðir føroyingarnir hava svarta fólkið í fimta umfari í morgin. Helgi telvar móti Aloma Vidal Robert úr Andorra, sum er altjóða meistari og sterkur telvari. Olaf skal í holt við sjálvan oddamannin Igor Efimov. Hevði Olaf verið mentur at lagt honum meinbogar í vegin hevði tað komið bæði honum og Helga – og føroyskari telving – væl við. Livst so spyrst.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …