Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 15. apríl
ung2

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 15. apríl

Talvkapping fyri børn og ung verður í Klaksvík sunnudagin 15. apríl kl. 14. Telvað verður í frítíðarskúlanum Snjallabjalla í Klaksvík.
Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. Telvað verður í 5 aldursbólkum:• 2 flokkur og yngri
• 3 og 4 flokk
• 5 og 6 flokk
• 7 og 8 flokk
• 9 flokk og 10 flokk

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað, tá tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.

Teir yngru bólkarnir (til og við 6 fl.) telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn, um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.

Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.
Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi fríggjakvøldið 13. apríl við SMS-boðum til tlf. 295054, ella við at senda mail til tma@kallnet.fo.

Umframt heiðursmerki til nr. 1,2 og 3, fær vinnarin í hvørjum bólki eitt gávukort frá pizzaria ”hjá Frank” í Klaksvík.
Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva
– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði
– tað er ikki at halda seg aftur!

 

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.