Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP finalan verður í Gula skúla leygardagin 7. apríl kl. 11.00

GP finalan verður í Gula skúla leygardagin 7. apríl kl. 11.00

Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil.

Í finaluumfarinum verður tískil ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini.

Telvað verða 7 umfør, har umhugsunartíðin er 10. min. + 5 sek. í part til talvið. 

Heiðursmerkir verða latin trimum teim bestu telvarum, ið verða handaði til steypakappingina, ið verður kunngjørd í næstum.
Luttøkugjaldið er kr. 100.

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi faroechess@faroechess.com, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 22.

Luttøkulistin higartil sæst við at trýsta her.

 

Við talvkvøðu,

Talvsamband Føroya / Havnar Telvingarfelag

cropped-logo_fp.png

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …