Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Síðsta umfar verður telvað í Havn

Síðsta umfar verður telvað í Havn

Síðsta umfar í liðkappingini verður telvað leygardagin 17.03.2018 í Finsen. Byrjað verður kl. 10.00.

Vart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. 

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Sí eisini

Høgni á FM-kós

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.