Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Avgerandi umfar í morgin

Avgerandi umfar í morgin

Í morgin sunnudagin verður níggjunda og næstsíðsta umfar í landskappingini í talvi. Í øllum deildum valdar spenningur, tí stutt er millum oddaliðini.

Í fremstu deildini tykist Havnar Telvingarfelag kortini at hava góðar møguleikar at endurvinna meistaraheitið. Fyri dystirnar í morgin eru teir trý stig undan harðastu kappingarneytunum. 

Sandavágur bjóðar av

Sandavágsmenn vunnu í gjárkvøldið útsetta dystin í áttanda umfari móti Klaksvíkar Talvfelag 3-1. Høgni Egilstoft Nielsen og Bernhard Augustinussen vunnu á ávikavist 2.-, og 4. borði á Rana Nolsøe og Janusi Skaale, meðan Rógvi Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen á 1. borði, og Torkil Nielsen og Steintór Rasmussen á 3. borði telvaðu javnt.

Havnarmenn vunnu sunnudagin 4-0 á gøtumonnum. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen vunnu á Reinhold Isaksen, Jákup F. Joensen, Petur Páll Mikkelsen og Tórhall Thomsen. Í triðja dystinum vann annað lið hjá Havnini tepurt á kollfirðingum.

Úrslitini í 1. deild í 8. umfari:

Gøta – Havnin 0-4

Sandavágur – Klaksvík 3-1

Kollafjørður – Havnin B 1½ – 2½

Støðan í 1. deild:

Havnin 26½

Sandavágur 23½

Klaksvík 19

Havnin 2 13½

Kollafjørður 9

Gøta 4½

Í 2. deild er hørð kapping um uppflyting millum Klaksvík, Sandavág og Vestmanna. Klaksvíkar Talvfelag hevur 20½ stig, Sanadvágur 20 og Vestmanna 19. Innanhýsis dystir millum odaliðini eru eftir bæði í morgin og í síðsta umfari.

Í 3. deild eru eisini trý lið við í oddanum. Streymur er fremst og hevur 21½ stig, Tofta Talvfelag hevur 19½ og Sandavágur 18½.

Telvað verður í øllum deildum í morgin. Dystirnir í 1. deild verða hesir: Havnin – Klaksvík, Kollafjørður – Sandavágur og Gøta – Havnin 2.

Helgi Dam Ziska, sum telvar í Íslandi hetta vikuskiftið, verður ikki við í dystinum móti klaksvíkingum, tí ræður um hjá vágamonnum móti kollfirðingum at royna at ota seg eitt sindur fram á oddaliðið fyri tann avgerandi sínamillum dystin í seinasta umfari.

Síðsta umfar í landskappingini í talvi verður leygardagin 17. mars.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …