Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kjølur Open 2018
Kjolur_logo

Kjølur Open 2018

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 2.-4. feb. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2017/18.

7 umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

Stað:

Frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík

 

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin, 2. feb. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

 

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

 

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

 

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 2. feb.

 

Tilmelding

Tilmelding á  tma@kallnet.fo ella 295054, í seinasta lagi hósdagin 1. feb. kl. 20.00

 

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

Sí eisini

EM_2017_Rogvi_Hogni_Nielsen

IM-normar í ljósmála

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag kunnu báðir tryggja sær sokallaðan IM-norm í …