Heim / FM einstaklingar / FM 2010 / FM-gullið hvarv – hómast í Havn !

FM-gullið hvarv – hómast í Havn !

Undan seinasta umfarinum er Olaf nú ovastur við 6 stigum, meðan Terji hevur 5½. 

Lokala stjørnuskotið – Høgni Egilstoft Nielsen – sýnist tryggur á bronsuplássinum við 5 stigum.

Ein taktisk vending í byrjanarspælinum innibar, at Terji nærum varð sópaður av borðinum ímóti Rógva Egilstoft Nielsen. Hinvegin gjørdi Olaf Berg skjótt av í eirindaleysum, stuttum, sigri á Sigurð B. Justinussen. 

22 ára gamli Olaf Berg, er nú nærri fyrsta FM-gullinum enn nakrantíð áður. Stórtalentið úr Tórshavn, sum í løtuni telvar fyri Sandavágs Talvfelag, er ávegis at staðfesta tað, flest øll hava spurt eftir í áravís og í veruleikanum undrast um, ikki er hent fyri langari tíð síðani.

 

Alt kann sjálvsagt henda – talvini skulu telvast. Men ivaleyst má Olaf metast stórfavorittur leygardagin kl. 11.00, tá seinasta umfarið fer av bakkastokki. Meðan Terji hevur hvíta fólkið ímóti Hans Kristiani Simonsen, hevur Olaf svarta fólkið ímóti Herlufi Hansen.

 

 

 

 

Lumpar unglingin úr Sandavági báðar tveir ? 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, vann oddadystin ímóti Andreas Andreassen, av Toftum, og illa skal vilja til, um sigurin í 1. bólki ikki endar í Sandavági. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Rógvi Olsen, av Toftum, er ikki til at vika. Einastandandi góð kapping. Telvar ivaleyst trygt gullið til høldar í almenna bólkinum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sára Traber Olsen heldur tørn í unglingabólkinum.

Rúni Tindsskarð Jacobsen eltir við stórum ídni og kann iðra seg um, at tað bert bleiv til hálva stigið ímóti Sáru fyrr í kappingini. Støðan var til meira. 

Tveir evnaríkir telvarar úr Havnar Telvingarfelag seta av álvara dagsskránna og sum neyvan snáva í seinasta umfarinum. Orrustan er ivaleyst avgjørd.

 

 

 

 

 

 

 

Annars er at fegnast um, at telvingin, Langa Fríggjadag, er greiður topp-skorari á portal.fo við uml. 3.000 “hits” higartil !

 

 

 

 

Myndir: Hjalti Toftum Jógvansson

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sí eisini

lidkapping2

ELO ratingtølini dagførd

  ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd. Sí leinkir á vinstra …