ST-Open 2018

Fyrsta open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Sandavági í vikuskiftinum.

Stað:

Talvhølið í Sandavági

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  12. jan. kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 12. jan.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagi hósdagin kl. 20.00

Tilmeldingar higartil: http://chess-results.com/tnr325535.aspx?lan=7

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …