Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Streymur-Kvik 2017

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum hjá TSF, har øll eru vælkomin at luttaka. Bæði roynd og óroynd.

Undir kappingini verður møguligt at keypa nýggju bókina “Í framlopi”, sum er um leiðina hjá Helga Dam Ziska til stórmeistaraheitið.

 

Kappingin byrjar leygardagin 9. desember  kl. 11.00. Telvað verða 7 umfør.

Tíð: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

1. virðisløn 1.200 kr.

2. virðisløn 800 kr.

3. virðisløn 400 kr.

2 x ratingvirðislønir 300 kr.

Luttøkugjaldið: 100 kr. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Rógva Egilstoft Nielsen á tlf. 271404 ella kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 8. desember kl. 20.00.

Tilmeldingar higartil síggjast her: http://chess-results.com/tnr317292.aspx?lan=7

 

Møtið fjølment !

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …