Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open: Langur leygardagur í Løkshøll

Runavík Open: Langur leygardagur í Løkshøll

Nú líður væl í altjóða talvkappingini Runavík Open. Tvinni umfør eru í dag, og í morgin verður seinasta umfarið.

Í morgun var farið undir sjeynda umfar. Gudmundur Kjartansson úr Íslandi, sum vann kappingina í fjør, hevur nú lagt seg fram í oddan. Hann vann í gjár á Vladimir Hamitevici úr Moldova, og er nú sjálvurannar fremstur í kappingini. Hann situr nú í búnum talvi móti hinum oddafiskinum, ukrainska stórmeistaranum Nikita Maiorov, sum í gjár vann oddadystin móti Srinath Narayanan úr India.

Gudmundur Kjartansson telvar sum ein stórmeistari, men hevur ikki tryggjað sær heitið enn. Hann og indiska undurbarnið, 13 ára gamli Sarin Nihal, eru teir einastu av teimum fremstu tíggju, sum eru altjóða meistarar. Hinir eru allir stórmeistarar.

John tapti

John Rødgård var ósigraður til í gjár. Tá møtti hann indiska stórmeistaranum Deep Sengupta, sum við sínum 2587 í rating hevur hægsta styrkitalið í kappingini. John tapti.

Høgni Egilstoft Nielsen er tann fremsti av føroysku telvarunum eftir seks umfør. Hann hevur nú fýra stig. Í gjár vann hann á einastu kvinnuni, sum er við í kappingini, Fionu Steil-Antoni úr Luksemburg. Hon er fínur telvari og rættur talv-globetrottari. Hon skrivar og sigur javnan frá talvi og talvkappingum, og er at kalla yrkistalvkvinna. Hon er ung og vøkur, og tí ein, sum vekir ans í tí mansdomineraða talvheiminum.

Fyrrapartin telvar Høgni við svarta fólkinum móti ukrainska stórmeistaranum Stanislav Savchenko. Minni væl gongst hjá Rógva Egilstoft Nielsen, sum annars skoraði ein IM-norm í EM-kappingini á Kreta herfyri. Hann hevur tapt seinastu tvey talvini móti telvarum við væl lægri styrkitali, og stendur til eitt ratingfall í hesi kappingini.

Fremstu føroysku telvararnir eru annars á leið har, ið teir eru styrkismettir at vera. Høgni er í løtuni nummar 12 í røðini av teimum 59 luttakarunum. Hann er styrkismettur nummar 18. John er nummar 15 og styrkismettur nummar 20. Tann triði á føroyska EM-landsliðnum í kappingini í Runavík, Rógvi Egilstoft Nielsen, er styrkismettur nummar 19, men er dragnaður aftur á 35. pláss.

Helgi

Og so kunnu vit til stuttleikar siga, at okkara sterkasti telvari, Helgi Dam Ziska, hevði verið styrkismettur nummar 4 í kappingini, og hevði tí ivaleyst kappast millum teir fremstu um sigurin í aðru sterku altjóða talvkappingini í Løkshøll, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri.

Men Helgi er sum kunnugt ikki við. Orsøkirnar eru fleiri. Fyrst og fremst heldur hann tríggjar sterkar kappingar í eitt koyr vera í meira lagi, í øðrum lagi hevur hann í vikuni verið upptikin av stóru skúlatalvverkætlanini í Havn, og í triðja lagi skal hann á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag leggja fram nýggja bók, sum skrivað er um hann og leið hansara fram til stórmeistaraheitið.

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.