Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar vunnu

Føroyar vunnu

Tað eydnaðist at vinna tann týðandi dystin móti Monaco í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi í Andorra í kvøld. Tað endaði 2½-1½ til Føroyar.

Veteranurin John Rødgård gjørdist sigursharri í dystinum. Hann vann á fjórða borði í drúgvasta talvinum í kvøld. Í eyðkendum lagi putlaðist hann væl og leingi í javnari støðu, og hegnisliga gagnnýtti hann ein optiskan fyrimun til fulnar í torførum endatalvi. Flott John!
Á hinum borðunum endaði alt javnt. Helgi Dam Ziska møtti stórmeistarnum Igor Efimov, sum hevur 2400 í rating. Hann er upprunaliga úr Georgia, men hevur eisini umboðað Italia, men hevur nú í nøkur ár búð í Monaco. Við svarta fólkinum eydnaðist ikki Helga at fáa veruligt bit í nakrastaðni, og so fjaraði av til eina heilt javna støðu.
Høgni og Rógvi høvdu javnlíkar ímóti sær á øðrum og triðja borði. Her ráddi fyrst og fremst um at halda javnvágina og dúva uppá, at vit kundu vinna á fyrsta ella fjórða borði. Í so máta gekk tað upp.
Finalan nærkast
Trý umfør eru nú eftir í kappingini. Telvað verður í morgin, fríggjadagin og leygardagin aftrat. Støðan í kappingini er nú henda (tvey stig fyri vunnan dyst, eitt fyri javnleik).
1. Andorra 12 stig
2. Føroyar 11
3. Kýpros 10
4. Monaco 9
5. Luksemburg 7
6. Malta 5
7. Liktinstein 3
8. Jersey 2
9. Guernsey 1
10. San Marino 0.
Oddaliðini Føroyar og Andorra møtast í síðsta umfari leygardagin. Andorra – við tveimum stórmeistarum – hevur vunnið allar dystir higartil. Dysturin millum Føroyar og Andorra kann nú fara at gerast ein beinleiðis finala í kappingini.
Føroyar telva í morgin móti Malta og fríggjadagin móti Kýpros. Tað er ógvuliga umráðandi at vinna báðar dystirnar. Kýpros hevur staðið seg væl og kann fara at gerast okkum stríggin mótstøða. Andorra hevur Jersey og Monaco eftir umframt Føroyar.
Eftir sjey umfør er úrtøkan hjá føroysku telvarunum henda:
Helgi Dam Ziska 4/5
Høgni Egilstoft Nielsen 4/5
Rógvi Egilstoft Nielsen 3½/5
John Rødgård 4/5
Silas Eyðsteinsson 3/4
Dystirnir í morgin byrja klokkan 15.00. Fylgjast kann við leik fyri leik á netinum. Leinkið er:

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.