Tepur sigur

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ móti Jersey í fimta umfari í EM-kappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Heldur óvæntað stóð á at vinna dystin. Á triðja borði var Rógvi Egilstoft Nielsen við hvíta fólkinum tikin av fótum av mótstøðumanni við útivið 500 ratingstigum færri, og tapti. Hetta kom ógvuliga óvart á og dátt við so tíðliga í dystinum. Men á fremstu borðunum var einki vingl. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu báðir sannførandi. Á 4. borði hevði Silas Eyðsteinsson lítlan fyrimun, men mátti til endans sættast við remis.

Hetta var ein lítil hvøkkur hjá stórfavorittunum, men tað týdningarmesta var, at dysturin varð vunnin. Tað eru jú dystarstigini, sum telja fyrst í kappingini. Dupultumfar er í dag. Klokkan fimm seinnapartin verður farið undir dystirnar í sætta umfari. Tá telva Føroyar móti Monaco, sum hevur verið á odda í kappingini, men í dystinum hjá teimum móti Malta í morgun varð úrslitið javnleikur 2-2. Støðan í oddanum er nú tann, at vertslandið Andorra er fremst við 10 stigum fyri fimm vunnar dystir. Monaco og Føroyar hava 9 stig fyri fýra vunnar og ein javnan dyst. Monaco hevur 16 borðstig, Andorra og Føroyar 15½.

Í løtuni er ikki greitt, hvussu Føroyar manna seg til dystin móti Monaco, men vit gita, at Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård telva.

Tíggju lið kappast í smálandakappingini í Andorra.

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.