Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aftur í eldin

Aftur í eldin

Føroyska talvlandsliðið er aftur við í altjóða kapping. Í dag byrjaði EM-kappingin fyri smátjóðir í Evropa. Telvað verður í Andorra. Tíggju lið kappast. Tey eru Føroyar, Luksemburg, Monaco, Andorra, Kýprós, Malta, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Av hesum liðum var Føroyar einasta smátjóðin, sum var við í stóru EM-kappingini fyri landslið á Kreta mánaðarskiftið oktober/november. Har endaðu Føroyar nummar 36 av 40 liðum.

Telvararnir hava verið heima eitt stutt legg eftir kappingina á Kreta, men í gjár fóru teir aftur avstað at telva. Manningin er at kalla hin sama sum á Kreta. John Arni Nilssen er tó ikki við í Andorra. Talvsambandið hevur sum politikk, at ein unglingatelvari skal vera fimti maður í á føroyska liðnum í smálandakappingini. Silas Eyðsteinsson úr Sandavágs Talvfelag er tí nýggjur á talvlandsliðnum.

Móti Luksemburg

Fyrsta umfar byrjaði klokkan trý í dag. Føroyar telva móti Luksemburg. Tað er ein lykladystur, tí Føroyar og Luksemburg hava vunnið smálandakappingina tvær ferðir hvør. Kappingin í ár er tann fimta í røðini. Á føroyska liðnum í dag telva Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.

Tað er kortini ikki vist, at Luksemburg er størsta hóttanin móti Føroyum hesaferð. Heimaliðið Andorra hevur styrkt seg í ár. Tveir stórmeistarar og ein altjóða meistari eru á liðnum. Annar er breti og hin spanióli, men báðir hava umboðað Andorra fyrr. Monaco hevur eisini ein stórmeistara á sínum liði. Helgi Dam Ziska hevur hægsta styrkitalið í kappingini.

Telvað verða í alt níggju umfør – øll liðini telva ein dyst hvørt móti øðrum. Kappingin endar leygardagin 18. november. Í morgin og mikudagin eru tvinnanda umfør á skránni. Tá verður byrjað klokkan 10.00 fyrrapartin, og síðani verður farið undir annað umfar klokkan 17. 00 seinnapartin. Hósdagin verður eisini telvað um kvøldið – tá er snarkapping á skránni.

Til ber at fylgja við dystunum beinleiðis á hvørjum borði – leik fyri leik. Leinki sæst niðanfyri.

https://chess24.com/en/watch/live-tournaments/european-small-nations-team-championship

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …