Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Móti Balkalondum

Móti Balkalondum

Klokkan eitt í dag verður farið undir fimta umfar í EM-kappingini í talvi á Kreta.
Í gjár telvaðu okkara menn móti Makedonia, eisini nevnt FYROM, í dag er Montenegro á skránni. Bæði vóru partur av gamla Jugoslavia, sum datt sundur um aldamótið. Talvsiðvenjan er ógvuliga sterk í Balkalondum. Jugoslavia var tiltikið talvland. Tað segðist, at ongastaðni í heiminum var talváhugin so stórur, og telvararnir so góðir, sum í Sovjetsamveldinum og Jugoslavia – og Íslandi.

Vit taptu 3-1 fyri Makedonia í gjár. Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaðu remis á fyrsta og triðja borði. Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård taptu.
Montenegro er mannað við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara. Á trimum borðum hava teir hægri styrkitøl – í miðal útivið hálvtannaðhundrað stig hægri. Helgi Dam Ziska hevur kortini hægri styrkital enn mótstøðumaður hansara á fyrsta borði. Montenegro er styrkismett nummar 30, vit 35. Føroyska liðið er í løtuni nummar 38 av teimum 40 liðunum í kappingini.
Á okkara liði í dag telva Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen. John Rødgård er ikki við í dag.
35   Faroe Islands 30   Montenegro
GM Ziska, Helgi Dam 2545 GM Djukic, Nikola 2519
FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2352 GM Blagojevic, Dragisa 2488
FM Nielsen, Rogvi Egilstoft 2338 GM Kosic, Dragan 2493
IM Nilssen, John Arni 2326 IM Draskovic, Luka 2450

Sí eisini

Stóri FM-talvkongurin

Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so.