Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi og Høgni remis

Helgi og Høgni remis

Higartil hava Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen á ávikavist 1.- og 2. borði staðið seg best á føroyska landsliðnum í evropameistarakappingini í talvi suðuri á Kreta. Eins og í fyrsta umfari móti Spania vóru tað aftur Helgi og Høgni, sum bjargaðu okkum í dag. 

Føroyar taptu 3-1 fyri Noregi í triðja umfari í dag, men á fremstu borðunum stóðu vit norðmonnum kurl.  Okkara menn stóðu seg væl og høvdu kanska ein optiskan fyrimun móti norsku stórmeistarunum, men hvørgum eydnaðist tó at vinna. Helgi og Høgni telvaðu báðir javnt á 1.- og 2. borði.

Heimsmeistarin Magnus Carlsen er ikki við á norska liðnum í hesari EM-kappingini, í staðin sat 18 ára gamla stjørnuskotið Aryan Tari (2578) á 1. borði. Foreldrini eru iransk, men Aryan er føddur og uppvaksin í Noregi. Helgi hevði kortini fult tamarhald á støðuni móti unga norðmanninum, og kundi møguliga farið eftir sigrinum.

20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið ógvuliga sannførandi higartil. Ungi sandavágsmaðurin hevur tveir IM-normar í skjáttuni, og fær kanska tann triðja í EM, fer hann at halda stásið við líka komandi dagarnar. Høgni telvaði í dag móti GM Johan Salomon (2477). Higartil eru Helgi og Høgni ósigraðir í kappingini.

John Rødgård og John Arni Nilssen taptu á aftaru borðunum. Báðir snávaðu tíðliga, og komu ikki fyri seg aftur. Men 3-1 móti Norra er góðkent úrslit. Havast skal í huga, at Noreg er fremsta talvtjóðin í norðurlondum, og fekk eitt søguliga flott 5. pláss á seinastu talvolympiaduni – gaman í við heimsmeistaranum Magnus Carlsen á 1. borði.

Móti Makedonia

Í fjórða umfari týsdagin telva Føroyar móti Makedonia, sum er styrkismett beint omanfyri okkum. Makedonia tapti í dag fyri Skotlandi, sum Føroyar telvaðu 2-2 ímóti sunnudagin. Føroyar eru í løtuni nummar 35 av 40 liðum. Føroyska liðið er eisini styrkismett nummar 35.

Oddaliðini eftir triðja umfar eru Russland, Ungarn og Týskland.

Dystirnir í fjórða umfari í morgin byrja klokkan eitt.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …