Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Javnleikur móti Skotlandi

Javnleikur móti Skotlandi

2-2 móti Skotlandi í dag í EM-kappingini í talvi á Kreta var eitt vónbrot. Føroyingar vóru greiðir favorittar. Á øllum borðum høvdu okkara menn hægri styrkital, men eingin var kortini mentur at vinna. Tað endaði javnt á hvørjum borði.

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen komu í heldur óslættan sjógv, men bjargaðu sær úr ringasta vandanum. Helgi Dam Ziska og John Arni Nilssen tóktust báðir at hava munin, men ov lítið bit var kortini í støðunum, og endin var, at allar sigursroyndir vórðu til fánýtis.
Í EM í Reykjavík fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar við sama liði sum í dag 3½-½ á einum betri skotskum liði enn í dag. Skotland er styrkismett sum hitt veikasta av teimum fjøruti liðunum á Kreta. Miðalstyrkitalið hjá skotum er 2288 móti 2392 hjá Føroyum. Skotar hava sent eitt veikt lið til EM – telvarin á 1. borði er nummar 11 hjá Skotlandi. Dysturin í dag var tí eitt gylt høvi hjá Føroyum at vinna ein dyst í EM. Í EM-kappingini í 2015 vunnu Føroyar tveir dystir og telvaðu ein javnan.
Triðja umfar verður í morgin. Seinni í kvøld fæst at vita, hvat mótstøðuliðið verður.

Sí eisini

Høgni á FM-kós

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.