Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Landskappingin í talvi byrjar

Landskappingin í talvi byrjar

22 lið úr níggju feløgum eru við í liðkappingini í talvi, sum fer av bakkastokki í dag. Seks lið eru í 1.- og 2. deild, og 10 í 3. deild.

Í 1. deild hevur Havnar Telvingarfelag tvey lið, hini eru Sandavágs Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag, Kollafjarðar Talvfelag og Gøtu Talvfelag.

Í 2. deild hevur Havnar Telvingarfelag tvey lið, Vestmanna Talvfelag, Runavíkar Talvfelag, Klaksvíkar Talvfelag og Sandavágs Talvfelag hava hvør sítt lið.

Í 3. deild eru liðini tíggju í alt. Havnin, Klaksvík og Sandavágur hava tvey lið hvør, hini eru Tofta Talvfelag, Vestmanna Talvfelag, Kollafjarðar Talvfelag og Talvfelagið Streymur, sum nú er við aftur eftir fleiri ára steðg.

Kollafjørður brynjar seg

Í fjør reis Kollafjarðar Talvfelag úr dvala eftir heldur drúgvan svøvn. Flestu av gomlu feløgunum í Norðstreymoy og í Sundalagnum gingu saman um Kollafjarðar Talvfelag. Og í ár hava teir knýtt tveir sterkar útlendskar stórmeistarar at felagnum. Teir eru Julio Granda Zuniga úr Peru og Srinath Naranyan úr India. Teir endaðu fremstir í altjóða kappingini Faroes Open, sum júst Kollafjarðar Talvfelag skipaði fyri saman við Sandavágs Talvfelag í fjør.

Hetta líkist verkætlanini, sum sama felag hevði seinast í 90-unum, tá ið svenski stórmeistarin Tiger Hillarp-Persson og danski altjóða meistarin Steffen Pedersen vórðu knýttir at felagnum, og tryggjaðu teimum meistaraheitið í 1998. Enn er kortini óvist hvussu nógv útlendsku stórmeistararnir fara at telva í føroysku landskappingini í vetur.

Føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag hava somu manning sum í fjør. Topp 5 hjá felagnum er hesin: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin Poulsen 4. Sjúrður Thorsteinsson 5. Carl Eli N. Samuelsen. Sandavágsmenn hava eisini somu manning sum í fjør. Fyrsta lið hjá teimum verður hetta: 1. Rógvi Egilstoft Nielsen 2. Høgni Egilstoft Nielsen 3. Silas Eyðsteinsson 4. Torkil Nielsen.

Dystirnir í fyrsta umfari verða í dag. Í alt tíggju umfør eru í kappingini. Kappingin endar um miðjan mars 2018.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …