Heim / FM einstaklingar / FM 2010 / Terji heldur tørn: Lagnutalv Skírisdag !

Terji heldur tørn: Lagnutalv Skírisdag !

Skírisdag kl. 14.00 verður satt drama og lagnutalv um FM-heitið. Terji telvar við hvíta fólkinum ímóti Olaf Berg, sum er styrkimettur ovastur í kappingini og sum undan kappingini var favorittur at vinna FM. Men tað hevur higartil ikki hilnast eftir vild, nú Terji er strokin avstað í oddinum.

Kravið hjá Olaf er at vinna talvið hósdagin og síðani vóna, at Terji setur í minsta lagi ½ stig til seinastu tvey umførini. Javnleikur broytir onki í oddinum og tryggjar Terja enn meira í endaspurtinum. Vinnur Terji hinvegin orrustuna, er FM-heitið hansara – við fullari vissu – um Herluf Hansen ikki sigrar á Hjalta Toftum Jógvanssyni. Vinnur Herluf, krevst at Terji tapir og Herluf vinnur seinastu 2 talvini. Ósannlíkt – men sjálvsagt, alt kann henda. Er javnstøða í oddinum tá kappingin endar, verður umdystur.

Nógv er uppá spæl, tí sera sannlíkt er, at FM-vinnarin 2010 vinnur heitið á fyrsta sinni.

Sí úrslit, støður og talvini: HER

 

Í 1. bólki snávaði oddafiskurin Andreas Andreasen, av Toftum, av álvara í 6. umfari í stuttum talvi ímóti Joannes V. Hansen. Harvið yvirtók Jónfinn Thomsen, úr Sandavági, oddasessin við 5 stigum, hálvt stig fremri Jón Gregersen, eisini úr Sandavági. Lagt er upp til sera spennandi endabrest í bólkinum. 

Hinvegin vardi Rógvi Olsen, av Toftum, oddasessin í Almenna bólkinum, eftir sigur á Jákup á Túvuvølli. Sera spennandi kapping er um plaseringarnar ímillum serliga Rógva, Brandur Højgaard og Gutta Petersen.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ongar broytingar hendu í oddinum í unglingabólkinum í 6. umfari, tá øll tey fremstu borðini telvdu javnt. Harvið liggur Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, framvegis best fyri – eitt stig á odda. Rúni Tindskarð Jacobsen og Heðin Gregersen eru framhaldandi best fyri í oddastríðnum við Sáru, har vónirnar uttan iva verða settar til, at evnaríki unglingin úr Vestmanna, Sjúrður Olsen, fær úrtøku ímóti Sáru í talvinum Skírisdag.

 

 

 

 

 

       

 

 

  

Sí eisini

lidkapping2

ELO ratingtølini dagførd

  ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd. Sí leinkir á vinstra …