Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi aftur í eldin

Helgi aftur í eldin

Nú á middegi verður farið undir seinna talvið í fyrsta umfari í stóru World Cup talvstevnuni í Tbilisi í Georgia.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði í gjár óvæntað javnt móti aserbadsjanska superstórmeistaranum Teimour Radjabov, sum er nummar 22 í heiminum. Í seinna sínamillum talvinum teirra millum í dag hevur Helgi hvíta fólkið. Vinnarin fer víðari í kappingini, taparin er úti. Skuldi tað aftur staðið á jøvnum í dag, er kviktalv á skránni í morgin.

Øll heimselitan í talvi er við í stóru World Cup kappingini í Georgia. Helgi er ein av fýra norðurlendskum telvarum í Tbilisi, og er styrkismettur nummar 108 av teimum 128 telvarunum í kappingini. Helgi kvalifiseraði seg til stóru World Cup stevnuna, tá ið hann í fjør vann kappingina fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa.

Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 12.00 føroyska tíð í dag. Sent verður beinleiðis leik fyri leik av hvørjum borði. Fylgjast kann við á heimasíðuni: tbilisi2017.fide.com

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.