Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi nummar 3

Helgi nummar 3

Altjóða talvkappingin Faroes Open í Kollafirði endaði í dag.

Srinath Narayanan úr India og Julio Granda Zuniga úr Peru endaðu javnir á 1. plássi við 7½ stigi í part, men indarin vinnur kappingina við betri mótstøðustigum. Granda Zuniga var favorittur at vinna. Við styrkitalinum 2656 er hann í topp 100 í heiminum. Stjørnuskotið Narayanan er ikki stórmeistari enn, men tað líður væl. Styrkital hansara var fyri kappingina 2505, nú fær ann 19 stig aftrat. Í 2005 gjørdist hann heimsmeistari fyri telvarar, ið vóru 12 ár og yngri.

Helgi Dam Ziska vann á John Rødgård í seinasta umfari í dag og endar nummar trý við 6½ stigi. Helgi var ósigraður í kappingini. Hann vann fýra og telvaði fimm jøvn. Hann telvaði javnt móti bæði Narayanan og Granda Zuniga. Helgi gongur góð fimm ratingstig fram.

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag á Hans Kristiani Simonsen og endaði nummar seks í røðini. Úrslitið var so gott, at Høgni vinnur 29 ratingstig í kappingini. Honum eydnaðist m.a. at telva javnt móti vinnaranum Srinath Narayanan.

Endaliga úrslitið (topp 10):

  1. IM Srinath Narayanan, India 7½
  2. GM Julio Granda Zuniga, Peru 7½
  3. GM Helgi Dam Ziska, Føroyar 6½
  4. GM Miguel Munoz, Spania 5½
  5. GM Allan Stig Rasmussen, Danmark 5½
  6. FM Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar 5½
  7. GM Jens Kristiansen, Danmark 5½
  8. IM Martin Haubro, Danmark 5½
  9. FM Rógvi Egilstoft Nielsen, Føroyar 5
  10. IM John Rødgård, Føroyar 5 stig

Í alt vóru tretivu telvarar í kappingini; seks stórmeistar og tríggir altjóða meistarar. Nevnast kann, at tveir av blaðungu og evnaríku føroysku telvarunum stóðu seg sera væl. Luitjen Akselson Apol, føddur í 2006, fekk fimm stig, og vann heili 84 ratingstig. Unglingameistarin Jón í Horni Nielsen, føddur í 2005, fekk 3½ stig og forvann 68 ratingstig.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …